Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eldraheim fáa eisini vitjan av Kósabúðini

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  06.12.2023 - 15:23 Kykmynd Tíðindi Vinna

Hanna Hansen, stjóri og eigari av Kósabúðini, greiddi millum annað frá í Vinnutímanum í dag, at Kósabúðin eisini fer út á eldraheim við klæðum, so fólk kunnu síggja og royna klæðini í egnum umhvørvi.

Tær hava millum annað verið á Sandoynni, Suðuroynni og fleiri aðrastaðni kring landið. Viðhvørt hevur tað verið soleiðis, at eldri fólk, sum búgva á heiminum, hava haft avvarandi við sær, so tey eisini kunnu fáa hjálp.

- Vit gera tað til eina hugnaliga løtu, har tey eisini fáa ein lítlan kaffimunn. Onkutíð hava vit modellir við, sum vísa klæðini fram, og aðrar tíðir verða klæðini bara víst fram á stativum.

- Vit leggja nógva orku í, at taka eitt rímiliga stórt úrval av klæðum við okkum, so brúkarin á eldraheiminum kann síggja so nógv sum gjørligt, sigur Hanna.

Hanna Hansen hevur nú rikið Kósabúðina í knapt tvey ár, og hevur hetta verið sera spennandi, men sanniliga eisini orkukrevjandi.

Hon vísur millum annað á, at hon arbeiðir í handlinum um dagin, og aftaná arbeiðstíð fer tíðin eisini til at marknaðarføra, leggja út á sosialarmiðlar og annað.

- Tað er spennandi og eg elski at arbeiða við klæðum, tí følist tað ikki sum ein tung uppgáva, sigur Hanna, sum eisini er útbúgvin stylist.

Hygg og lurta eftir Vinnutímanum niðanfyri, og hoyr áhugaverda prátið, ið vit gjørdu við Honnu í morgun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Lýsing