Lýsing
Lýsing
Lýsing
Randi Waag Jacobsen (Ársins Rósa) saman við jólamonnunum

Jól eru tíðin til samanhald

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.12.2023 - 23:00 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Jólini eru meira enn aðrar árstíðir stundin til samanhald, samveru, hugna og trivnað. Innan leingi fer at ganga aftur móti ljósari tíðum, men latum okkum liva í núinum og eisini njóta hesa høgtíð, hóast bæði køld og myrk

 

(Leiðarin úr blaðnum)

Nógv er at fegnast um í brátt farna ári, hóast fleiri øgiligir brotasjógvar eisini hava leikað. Í hesi vikuni kemur Sandoyggin upp í meginøkið í Føroyum, og tað fer at merkja kollveltandi broytingar, tær flestu góðar, fyri Sandoynna. Men sambindingin kann sanniliga eisini gerast góð fyri Streymoynna og fyri fólk, ið arbeiða í Tórshavn, men ikki hava ráð at búseta seg har vegna høgu prísirnar. Tí nú fer tað at bera væl til at búgva í Sandoynni og kortini arbeiða í Tórshavn. Eisini øvugt, um tað skal vera. 

Vinnan og sjófólkið kann eisini fegnast um, at hóast tað var við tógvið stríð og langt útliðið á árið, so eydnaðist tað at fáa eina fiskiveiðiavtalu við Russland fyri árið 2024. Hetta málið hevur ikki savnað føroyingar, tvørturímóti, men tá nú avtalan er komin í lag, eiga vit at hyggja á ljósu síðuna av henni. Kanska 200 familjur varðveita sítt livibreyð í Barentshavinum, og tað er gott, tí hóast tað varð lovað at fáa Føroyum aðrar avtalur í lag at seta í staðin fyri sáttmálan við Russland, er onki hent, so vit høvdu í grundini onki alternativ og harvið onki veruligt val. 

Tey finnast, ið halda, at hetta vil koma Føroyum í ringt orð, at vit handla við Russland hóast kríggið í Ukraina. Men til tað er at siga, at talan er um matvørur, um fisk. ST hevur alment heitt á heimsins lond um ikki at lata sanktiónir raka matvøruflutning, so Føroyar eru innanfyri mark fyri, hvat vit kunnu loyva okkum. Vit hava Sameindu Tjóðir í rygginum, skuldi onkur funnist at okkum. 

Vit fegnast eisini um, at verulig gongd er komin á Dalstunnilin, har síðsta skotið varð latið av í ár, eins og um, at Suðuroyartunnilin er væl klárari í eygsjón enn nakrantíð, meðan vit harmast um, at so illa gongst í hond við at bora til Fámjins. Eisini síggja vit í spenningi fram til nýggjar tunlar Norður um Fjall. At knýta okkara lítla land saman merkir framburð, og nú gongur av álvara rætta vegin á samferðsluøkinum.

Í Klaksvík hava vit tikið stórbæra mentanarhúsið Varpið í nýtslu, og fólk hava tikið tað til sín. Fyrr í ár læt flottasta kappróðrarneystið í landinum dyrnar upp. Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur sligið øll met, og um nakar skal gera teimum kynstrið eftir, mugu tað vera tey sjálvi við at taka egin met. Tað var somuleiðis ein sólskinssøga av teimum stóru, tá nýggjur Gadus fyrr í ár stevndi inn á Klaksvík. At landsins myndugleikar tóku ábyrgd, tá á stóð, ger, at stásiliga sjófarið kann stevna norður í Barentshavið at vinna fólki og landi sítt svimjandi livibreyð.

Alt hetta góða merkir ikki, at alt er ljósareytt. Bæði í Føroyum og uttan í heimi liva fólk í ótryggleika, óvissu, fátækadømi og uttanlanda eisini í beinleiðis vanda fyri at lata lív. Vit eiga sjálvsagt at gera okkara fyri at hjálpa og stuðla, har vit kunnu, samstundis sum vit mugu hava loyvi til at fegnast um at búgva í einum so tryggum og fjálgum landi, sum Føroyar hóast alt eru. 

Øllum okkara lesarum og lýsarum verða ynskt eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Lýsing