Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tann 18. september í fjør var Suðuroyar Sjúkrahús til reiðar til at taka ímóti dialysusjúklingum. Men hóast tað sunnudagin vóru lidnir 5 mánaðir, stendur útgerðin framvegis bert og savnar dust. | Mynd: dimma.fo

Hvat verður næsta umberingin fyri ikki at byrja dialysu?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2024 - 21:44 Leiðarin Tíðindi

Tað er alt annað enn hugaligt at fylgja við í, hvussu ofta dialysuviðgerðin í Suðuroynni verður forðað ella seinkað í at fáa fótin fyri seg. So skjótt sum ein forðing er ruddað av vegnum, verður tann næsta rullað út.

 

 

Nú vit skriva februar mánað 2024 er málið um dialysuviðgerð í Suðuroy eitt gamalt mál. Og málið er vorðið gamalt, hóast ongin dialysa enn er komin upp at virka. Tí tað tykist sum um uppfinnsemið fyri fótonglum at leggja í vegin fyri, at sjúklingar í Suðuroy kunnu fáa viðgerð í nærumhvørvinum, ongi mørk kennir.

Tað var annars í juli í 2022, at táverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, setti arbeiðið í gongd. Og longu tá var tosið gamalt, tí sum hann segði: “- Tað líkist ongum, at eitt framkomið sjúkrahúsverk ikki kann veita neyðugu tænastuna, hóast tosað hevur verið um trupulleikan í nógv ár” og “Hesi fólkini eiga at fáa lívsgóðskuna aftur, so eg haldi veruliga, at vit mugu royna at finna eina loysn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen”. Men í staðin fyri langt um leingi at íverkseta dialysuna, verður arbeitt við at finna trupulleikar, letur tað til.

Ta einu løtuna bleiv tað útsett vegna klutur í eini starvslýsing, varð sagt. So varð starvslýsingin broytt, men framvegis kom ongin dialysa. Málið varð skotið út til horna fram til ársskiftið var næsta útmeldingin. Ársskiftið kom og fór, onki hendi, og tá fólk aftur fóru at ótolnast, meldaði ein nýggjur trupulleiki seg, segðist. Hesa ferð var tað galið við samsýningunum til sjúkrarøktarfrøðingarnar. Síðani vórðu teir trupulleikarnir ruddaðir av vegnum, men eftir tað hoyra vit landsstýriskvinnuna siga, at tað kanska ikki er fakliga forsvarligt við dialysuviðgerð í Suðuroy. Nýggjasta undanførslan er, at nú skal man spyrja Sundhedsstyrelsen í Danmark eftir.

Vit spyrja sum Sigrið Mikkjalsdóttir gjørdi í Degi ov viku, meðan hon lá í dialysutóli heilt uttan assistansu frá øðrum enn møguliga einum kringvarpsjournalisti: Hví hava tit ikki longu spurt?

Tí tað er ómetaliga løgið, at eftir alla hesa – fyri sjúklingarnar ótolandi – drúgvu tilgongdina at fáa dialysuna upp at standa, at tað nústani skal koma Heilsumálaráðnum til hugs at spyrja um tað er fakliga forsvarligt, og at tað nústani skal koma teimum á LS til hugs at spyrja Sundhedsstyrelsen eftir. Tummas í Garði segði fyri Kringvarpinum mánakvøldið 19. februar, at fyrispurningurin ikki var farin avstað fyrrenn í síðstu viku (einaferð í vikuni 12.-18. februar).

Vit fara altso skjótt inn í mars 2024. Tað eru mánaðir síðani, at dialysuviðgerð skuldi verið byrjað í Suðuroy, og hevði hon verið tikin í einum hóskiligum tempo uttan óneyðugt drál, so kundi hon verið komin í fasta legu nú. Í staðin kemur man sum ketta úr høvdatrogi og byrjar at seta spurningar um fakligheit og at blanda danskar myndugleikar uppí. Ikki í tólvta tíma, men í trettanda ella fjúrtanda tíma. Hvat gongur fyri seg?

Hví bleiv ikki spurt inn til fakligheit ella Sundhedsstyrelsen, meðan bíðað varð eftir avtaluni við sjúkrarøktarfrøðingarnar? Ella í heyst, meðan onki hendi kortini? Um man ikki trúði alt tað besta um síni medmenniskju, so kundi ein freistast til at trúð, at tað verður gjørt í vón um endiliga at fáa tummil niður frá onkrum av teimum mongu instansunum, man kann finna uppá at spyrja. Gevur Sundhedsstyrelsen tummil upp, skal heimsheilsustovnurin WHO so brádliga eisini spyrjast eftir?

Hetta er óvirðiligt móti sjúklingunum í Suðuroy og ein skomm fyri sjúkrahúsverkið og Heilsumálaráðið. Og tá hava vit sagt tað milt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Lýsing