Lýsing
Lýsing
Lýsing
Anfinn í góðum hýri umborð á Barsskor ávegis ein av óteljandi veljarafundunum í Norðoyggjum | Mynd: Oliver Joensen

Ein legenda er látin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.02.2024 - 09:00 Merkisdagar & Kunngerðir Politikkur Tíðindi

 

Týsdagin 20. februar fór Anfinn Kallsberg foldum frá. Anfinn er hin mest fjøltáttaði og alkøni politikarin, Føroyar hava átt. Hann varð valdur inn í allar politisku álitissessir, sum veljararnir og tey fólkavaldu kunnu velja hann til. Hann var býráðslimur og borgarstjóri í Viðareiðis Kommunu 1974-1980, tá hann varð valdur til landspolitikk sum løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, sjálvsagt umboðandi Norðoya Valdømi. Longu í fyrstu samgonguni tók hann við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum í 1983, ein sessur, hann aftur varð valdur í í 1989, tá Fólkaflokkurin eisini átti løgmann.

Mest tignarligi sessurin fyri ein føroyskan politikara untist eisini Anfinni Kallsberg í 1991, tá ið hann gjørdist tingformaður fyri Føroya Løgting. Sessin røkti hann fram til 1993, og í 1994 gjørdist Anfinn formaður í Fólkaflokkinum. Eftir umskipanina av samgonguni í 1996 gjørdist Anfinn aftur landsstýrismaður, hesa ferð í fíggjarmálum, og tvey ár seinni varð hann løgmaður í fyrru fullveldissamgonguni. Hetta er allarhelst tann sessurin, sum eftirtíðin fer at minnast Anfinn best fyri. Hann stóð á odda fyri samráðingunum við donsku stjórnina um bankamálið og fullveldismálið.

Anfinn gjørdist aftur samgonguleiðari í 2002 og var sostatt í 5 ymiskum landsstýrum í síni politisku karrieru. Seinasta nýggja politiska álitissessin vann hann í 2005, tá ið hann gjørdist fólkatingslimur við heili 3.270 persónligum atkvøðum. Hetta var tíðin tá nógvir samskiftisráðgevar vóru settir í starv á "borgini" og at fáa kjansin at arbeiða fyri Føroya dugnaligasta politikara var stórur heiður og sera læruríkt. Minnist fyrstu ferð, at vit gingu upp á skrivstovuna á 3. hædd, tá sigur Anfinn skemtiliga at "nú ganga vit omaná statsministarinum Anders Fogh, tí hansara skrivstova lá beint undir á 2. hædd!"

Anfinn upplivdi sostatt at vera býráðslimur, borgarstjóri løgtingslimur, fólkatingslimur, flokksformaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, limur í Norðurlandaráðnum og løgmaður, og ongantíð skortaði fólksligi stuðulin; tá Anfinn gavst í politikki, var tað hann sjálvur, sum valdi ikki at stilla upp aftur.

 Mangan breyt í bæði borð hjá Anfinni í politikki, serliga í fullveldissamgonguni, har tað fleiri reisur stóð á riparanum. Men Anfinn reið hvørja ferð stormin av og kom styrktur út hinu megin. Sum dømi um politiskar orrustur kunnu nevnast avlýsta fólkaatkvøðan í 2001, uppsøgnin av “krúnprinsinum” í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, sum partar av fullveldissamgonguni tóku undir við, og tá ið seinna fullveldissamgongan slitnaði í desember 2003. Tað var sami Jørgen Niclasen, sum gjørdist eftirmaður Anfinns og gav honum eftirmælið legenda; eitt viðurnevni, ið varð hangandi.  

Anfinn Kallsberg var loyalur alla sína ævi. Hann var fólkafloksmaður og umboð norðoyinga alt lívið, og hetta løntu norðoyingar honum eisini fyri, tá harðastu politisku ódnirnar leikaðu. Og Anfinn kvitteraði enn eina ferð í 2018, tá 70-ára gamal og sum pensiónistur, tá landskassaskuldin hjá Føroyum minkaði eina hálva millard av eini avtalu, sum Anfinn gjørdi í síni embætistíð sum løgmaður.

Anfinn varð føddur 19. november í 1947 í Klaksvík og giftist við Berghild, f. Matras, av Viðareiði, har hjúnini búðu. Børnini gjørdust trý í tali. Anfinn varð útbúgvin skrivstovumaður við handilsútbúgving, og bleiv sjálvstøðugur vinnurekandi sum bókhaldari í 1974. Sum Norðoyingur við stóra N sat hann eisini í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, og í 2005 fekk hann riddarakross frá Margretu drotning.

Friður veri við minninum um merkismannin Anfinn Kallsberg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Lýsing