Lýsing
Lýsing
Lýsing

Menniskjan

SKRIVAÐ: Jóhs. M. Olsen  |  03.03.2024 - 17:34 Lesarabrøv Mentan

 

Heilt frá barnsbeini eru vit upplærd um, at menniskjan er fremsti skapningur Guds í skaparverkinum. Men veruleikin er at vit liva í einum menturnarsamfelag við eini  ørgrynnu av upplæringar tilboðum, har m.a. heilt frá barnsbeini ein av lærugreinunum førir fram, fyri smáu børnum okkara, at onki eru vit ætta frá skapara okkara, Faðir vár á Himli, men helst frá t.d. eini eystur afrikanskum apuslag. Tað tykist vera nógv áhugaverdigari í sokallaða menturnar samfelagunum, at undirmeta menniskjan og tess týdningi. Menniskjan er jú ikki nakað serligt. Bert djór, sum eru komin longri í framvøkstri, meinar man.

Menniskjan er kortini ólíkt frá dýrunum, vit kunnu tilrættisleggja,seta okkum mál, eru ymisk viðvíkjandi hvat í er rætt og skeivt, vit læra av royndum okkara, og hava evnir til at vera fornuftig, somuleiðis taka klók val, vitrunnir einstaklingar. Møguliga er stórsti munurin ímillum okkum og dýrini at vit kunnu hugsa óítøkiligt abstrakt, tað kunnu dýrini ikki. Abstrakt hugsan er evni at reflektera, hugsa logisk. Djór hava innanvit, loynivitska. Skiparin á fraktbátinum  ”Vón” úr Fuglafirði, fortaldi mær, teir vóru á heimleið,nærhendis, skotsku strondina, høvdu sett kósina til Føroyar tá vit eitt ein rúgvusmikil másaflokkur uttan landingarloyvið avdekkaði. lastalúkir og fordekk, veðurlagi var rímiligt, teir hildu ferð og kós, komnir tvørs av Suðuroy lætti allur flokkuri í senn, og helt leiðina móti landi,aftaná at hava siglt ca.1,5 samdøgur. Hetta líknaði innanviti, ongin radari og antennir á høvdinum, men tað hevði ”Vón” og navigatørar.  Menniskjan hevur metingarevni t.d. av upplivingum. So er menniskja eisini sera kreativt, komið við rúgvismiklum uppfinningum,íð hava gjørt lívið lættari at liva.

Tann kristnað trúgvin sigur at menniskjan er einastandandi, skapa í mynd Guds. Tað eru djórini ikki. Tað v.s. øll menniskjur óansæð rasa, kyn, etniskur, eru líka virðismikil og dýrabar fyri Gudi og hava íbúgvandi virðið. T.v.s. at vit eiga at meta øll menniskju óbundin av rasu og kyni sum virðismikil og hátta okkum hareftir. Tá er ikki rætt at skaða nakran ella tala ilt um onnur. Tað gerst heilt galið at drepa nakran, eisini barnið í móður lívi. Tá gerst tað veruliga rætt at hava eina rættarskipan, sum ikki ger mun á fólki , og sum dømir rættvíst. Íbúgvandi virðið menniskjans er ein grundarsteinur undir internationalu menniskjarættigheitunum. At vera skaptur í  Guds mynd vil eisini siga, at vit t.d.Umfevna tað vakra í musikki og kunst.

Tann stóri munurin á einum djóri og menniskjanum er sálin, hon er ódeyðilig. Vit fara ikki til grundar, tá íð vit doyggja ella vera til einkisgjørd, fysiska likamið brýtist niður, men sálin er ódeyðilig, ævinlig, livir víðari. Henda frásøgnin gevur teim kristnu vónina, sum strekkir seg út yvir størstu mótstøður í hesum lívi okkara, við lyftinum um í allar ævir í nærheit Guds í fullkomnari lukku. Tað er ikki ov nógv sagt, vit hava tað besta á-, at halda fast um hesa vón í Guds nærheit, vil kunna geva styrki at halda út og tola sjálv størstu mótstøðu. Sjálvandi vóru tað skakandi nýggjheitir nú um dagarnar, at hoyra um atom hóttan og tilbúgvin  her hjá okkum, men lat okkum eisini taka við í metingini, vit vilja ikki rokna við krígshóttan eins og landstýrismaður heldur ikki gav úttrikk fyri, men vit vita við vissu, ein dag ella løtu er sonur Guds her og vit fáa heimboð, ein broyting sum vil nakað.

 

Jóhs. M. Olsen

 

 

          

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Lýsing