Lýsing
Lýsing
Lýsing

Draga bát niðan á hvørt nes og hvønn tanga

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø, bóndi og jarðareigari  |  05.03.2024 - 20:20 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Í lógaruppskotinum um burðardygga ferðavinnu, har lunnindi verða flutt av bygd í bý, stendur í § 4. stk. 2: “Loyvt er at brúka bát ..... og í stutta tíð at draga bát upp á strondina og brúka bátabrúgv og tílíkt,....”

 

 

Hví ásetingin er komin í lógina, er ilt at meta um. Tað kann sjálvandi gerast ein fyrimunur hjá teimum, sum reka ferðavinnu á sjónum, at rætturin at draga bát, og at nýta hvørja bátabrúgv er lógarfestur.

Men vandaleyst er tað ikki, um bátur verður drigin niðan á hvørt nes og hvønn tanga, har streymasjógvur er.

Svartfuglur og hellufuglur, sum frammanundan er hóttur, fær tað heldur ikki betur av lógargreinini.

Í aðrar mátar er undranarvert, at lítið og einki verður gjørt burturúr ferðavinnu á sjónum í uppskotinum. Nógv og vaksandi ferðavinna fer fram á sjónum kring oyggjarnar.

Økið er óskipað, og tørvur hevði verið á regluverki, at verja náttúru, fugl o.a. á sjónum. Trygdin er eisini verd at hava í huga í sama viðfangi.

Í Breddanum týsdagin 27. februar, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum annars, at tað sambært nýggju lógini, ikki verður loyvt at draga bát upp á hvørt nes, hvønn tanga kring oyggjarnar.

Í mun til lógaruppskotið, sum hevur verið til hoyringar, er tað uppáhaldið í hvussu er ikki heilt rætt.

 

Bjørn Kalsø, bóndi og jarðareigari

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Lýsing