Lýsing
Lýsing
Lýsing

Profetinni vera uppfylt fyri eygum okkara!

SKRIVAÐ: Jóhs. M.Olsen    |  12.03.2024 - 10:00 Lesarabrøv Mentan

Ísrael fyllir heimin við frukt

 

 

Við endan  á 1800 hundrað talinum byrjaðu Jødarnir at koma heim aftur til Ísrael. Landi bleiv endurupprætta, við Jerusalem sum høvuðsstað. Og fólkasløgini samlaðu seg  ímóti teimum. Hesar søguligu hendingar vóru frásagdar aftur og aftur fyri meir enn 2500 árum síðan av Ísraelskum profetum.

Í eini grein skriva í All Ísraels News, leggur høvundin Dong Hershey út um hvussu ein annar av hesum elligomlu profetiunum verður uppfyltur í okkara døgum. Tí Esaias profetur profeterar um:”  Á komandi tíðum, skal Jákup festa rót, Ísrael grønka og blóma, og teir skulu fylla jarðaríkið við ávøksti.” (Es.27,6)

Ísrael var ein oyðumørk, ein tíðlík hending hevur verið nærmast ógjørlig at hugsa sær í nærum 2000 ár. Ikki bert var meirilutin av jødum drivin út frá Israel, men landi lá oyði, turt og ókultivera eftir tey. Tá íð jødarnir byrjaðu at venda heim aftur var landi fyrst og fremst ein oyðumørk. Tann steinaða jørðildin í Samaria var als ikki foreinilig við nútíðar landbrúk, og landi var annars fylgt við stórum mýrulendi og sumpum.

 

Fyllir jørðina við frukt og grønmeti

Tað blivu plantaði trøð fyri at økja mongdina av regnvatninum. Sumpin í tí sum í dag er jørðbrúksumráði í Jisreeldalinum og Huladalinum, blivu drenaði frá hond og turrløgd. Beinleiðis eftir at landi Israel festi røtur, byrjaðu viðurskiftini at broytast. I dag hevur moderna landbrúksteknologi ført til at Israel bókstavliga tala, fyllir alla jørðina við frukt. Israel framleiðir frukt og grønsakir, í einum skala sum ongi onnur lond í umráðnum kunnu mála seg við. Hetta hóast Israel til samanlíkning er sera lítið land, við tí hálva av búðfólki.

 

Jóhs. M.Olsen  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Lýsing