Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kannst tú hjálpa mær á vesið? I’m sorry, could you repeat that in english?

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen, Sjúkrarøktarfrøðingur  |  15.03.2024 - 01:50 Lesarabrøv Tíðindaskriv

“Mené, mené, tekél, ufarsin”. Belsazar skilti ikki skriftina á vegginum - og tað gera landsins ráðandi í Føroyum heldur ikki!

 

 

 

Skriftin á vegginum er greið. Heilsuverk okkara stendur fyri falli. Og tað gongur skjótari her, enn tað hevur gingið í londunum rundanum okkum. Orsøkin er uttan iva, at Føroyar brúka minst pening uppá okkara heilsuverk, samanborðið við øll okkara grannalond.

Leingi hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar roynt at týtt skriftina á vegginum fyri okkara fólkavaldu, men onki nyttar. Tey vilja ikki lurta og koyra enn við stórari ferð ímóti avgrundini við okkara heilsuverki.

Ytst á eggini er eldraøkið. Tað fer fyrst útav! Og síðani fer restin av heilsuverkinum við í fallinum.

Grundin til, at vit vita, at okkara heilsuverk stendur fyri falli, er nettup tí, at vit síggja neyvt tey somu sjúkueyðkennini, sum longu langtsíðani hava víst seg í okkara grannalondum. Tað byrjar við, at sjúkrarøktarfrøðingarnir rýma úr eldraøkinum. Síðani vísur skeiva gongdin seg við fækkandi umsøkjarum til størvini, serliga í eldraøkinum. Hetta førir við sær, at størvini verða mannað við ófaklærdum starvsfólkum. Seinasta summar sóu vit, at støðan var vorðin so ring, at nøkur røktarheimspláss stóðu tóm, tí ikki bar til at manna neyðugu størvini.

Vit hava nú í nøkur ár sæð, at umsøkjararnir til størvini á sjúkrahúsunum eru færri í tali. Seinastu summrini hevur verið neyðugt hjá sjúkrahúsverkinum at keypt sær dýrar virkarar úr Danmark fyri at kunna manna summarvaktirnar.

Tað seinasta, sum frættist, er at økistænastur eru farnar at taka starvafólk ígjøgnum fast snarskipanina. Tað vil siga, at vit nú fáa fólk inn í røktina, sum hvørki skilja ella duga at tosa føroyskt.

 

Skriftin á vegginum er enn greiðari.

Tað, sum nú fer at henda, stendur okkum øllum, sum arbeiða innan eldra- og sjúkrarøktina sólaklárt! Tað, sum fer at henda er, at sjúkrahúsverkið fer at seta fleiri og fleiri heilsurøktarar orsaka av mangli uppá sjúkrarøktarfrøðingar.

Hetta fer at føra við sær, at heilsurøktarnir fara at rýma úr eldraøkinum og inn á sjúkrahúsini at arbeiða. Tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi á okkara ellis- og røktarheimum fer sjálvsagt at økjast. Avleiðingin verður at bæði trygd og dygd í eldraøkinum og inni á sjúkrahúsunum minkar.

Trygdin og dygdin innan heilsuverkið og eldraøkið er í stórum vanda.

 

Sylvia Thomsen

Sjúkrarøktarfrøðingur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Lýsing