Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jehova vitni bjóða til tvey serlig tiltøk í mars

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.03.2024 - 02:05 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í mars 2024 hava Jehova vitni eitt serligt átak, har tey bjóða fólki til tvey serlig møti.

 

Sunnudagin 24. mars koma milliónir av Jehova vitnum kring heimin saman fyri at halda høgtíðina til minni um deyða Jesusar – altso kvøldmáltíð Harrans, sum Jesus stovnaði, meðan hann var á jørðini.

„Hjá Jehova vitnum er høgtíðin til minni um deyða Jesusar tann viktigasti dagurin í árinum,” sigur Rasmus Nielsen, talsmaður hjá Jehova vitnum í Føroyum. „Men kring heimin fara milliónir av fólkum, sum ikki eru Jehova vitni, eisini at vera við til hetta serliga møtið. Vit vóna, at nógv her á staðnum eisini koma at minnast deyða Jesusar saman við okkum.“

Í sambandi við kvøldmáltíð Harrans verður ein fyrilestur hildin, sum snýr seg um, hvønn týdning deyði Jesusar hevur, og hvussu tað, at hann ofraði sítt lív, kann gagna okkum.

Øll eru vælkomin, og eingin pengainnsavning verður. Møtið byrjar og endar við bøn, og tað varir umleið ein tíma.

Tú fært meira at vita um, hvussu Jehova vitni halda kvøldmáltíð Harrans, á heimasíðuni hjá Jehova vitnum jw.org undir Mangan spurt.

Vikuskiftið áðrenn minningarhøgtíðina, sunnudagin 17. mars, verður ein serligur bíbilskur fyrilestur hildin í ríkissalinum hjá Jehova vitnum. Hann hevur heitið „Tey, sum eru deyð, kunnu fáa lívið aftur“.

Hesin fyrilesturin, sum varir 30 minuttir, snýr seg um vónina, Bíblian gevur um, at vit skjótt sleppa at síggja okkara kæru aftur, sum eru deyð.

Á jw.org fært tú meira at vita um hesi møtini, og hvar tey verða hildin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Lýsing