Lýsing
Lýsing
Lýsing

Páskastevnan 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.03.2024 - 03:09 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Árliga páskastevnan hjá Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði verður í ár hildin í Hebron í Leirvík og í Ítróttarhøllini á Kambsdali.

 

 

Heitið á stevnuni er: “Gud enn á trónuni er”. Vit gleða okkum at hoyra meira um hetta evnið bæði í talu og sangi saman við nýggjum og kendum andlitum.

Møtini vera frá skírisdegi 28. mars til páskadag 31. mars. Øll møtini verða stroymd.

Skírisdag og langafríggjadag verða møtini í Hebron, Leirvík, kl. 18.

Langafríggjadag kl. 21 verður ungdómsmøti í Hebron.

Leygardagin verða forvitnisligir áhugatímar í Hebron kl. 15 og endurtiknir kl. 16 við drekkamunni ímillum. Møguleiki er at velja tveir tímar.

Leygarkvøldið kl. 20 verður møti í høllini á Kambsdali og ungdómsmøti kl. 22.

Páskadag verður familjumøti kl. 12 og møti við breyðbróting kl. 14 í høllini á Kambsdali.

Máltíð verður millum møtini kl. 13.15.

Kl. 14 verður eisini sunnudagsskúli á Miðnámi á Kambsdali.

Endað verður páskakvøld kl. 19 við sangmøti við Randi og Símun Hansen í høllini á Kambsdali.

Skráin sæst á facebook síðunum hjá Hebron, Siloa og Filadelfia.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Lýsing