Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk til mongu skaðarnar?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.04.2024 - 22:05 Ítrottur Tíðindi

Heili fimm skaðar komu í dagsins dysti í einum vølli, sum fær sera vánalig skoðsmál millum leikarar og venjarar.

KÍ hevur havt nógvar skaðar síðstu árini. Serliga nógvir vóru í fyrru hálvu í 2023 og alt 2024. Men kanska ongantíð áður eru so nógvir skaðar komnir ein dyst sum í dag. B68 misti tríggjar leikarar longu í fyrra hálvleiki, meðan KÍ misti tveir í seinna hálvleiki. Burtursæð frá skaðanum hjá eina B68-leikaranum, so komu hinir skaðarnir uttan at nøkur ógvuslig takling var og sum heild var talan ikki um ein hart leiktan dyst og bara eitt gult kort kom í dystinum, sum var fyri at skjóta bóltin burtur.

 


Samdir venjarar og leikarar

Eitt evni sum hevur verið uppi at vent í KÍ-umhvørvinum regluliga síðsta árið, tó sjáldan alment, er, hvussu útslitin vøllurin í Klaksvík er. Fyrrverandi KÍ-venjarin, Magne Hoseth, helt longu fyri einum ári síðani, at tað hevði skund at fáa graslíkið skift. Umboð frá landsliðum, ið hava vant og spælt í Klaksvík hava eisini víst á, hvussu útslitin vøllurin er. Og nýggi KÍ-venjarin Haakon Lunov, segði við Norðlýsið í vikuni, at graslíkið í Klaksvík var ein av nøkrum høvuðsorsøkum, sum man hugdi eftir og kannaði fyri at blíva klókari uppá mongu skaðarnar, sum til tíðir hava talt yvir 10 í KÍ-hópinum í ár. Hann vónaði, at graslíkið verður skift í summar, men tað er kommunan, sum eigur ta avgerðina.

Tá KÍ-toppskjúttin, Páll A. Klettskarð, fekk spurning frá FM1 um vøllin á Skála fyri nøkrum vikum síðani svaraði hann, at vøllurin á Skála var 1000 ferðir betri enn vøllurin í Klaksvík.

 

UEFA-krøv

Vøllurin í Klaksvík verður eisini brúktur til altjóða fótbólt. Har eru krøv frá UEFA um, at vøllurin skal verða í einum avísum standi. Eins og krøv eru til ljósviðurskiftini, sum eru nógv versnaði síðani tey komu í 2019. Sum skilst hevur UEFA enn ikki góðkent vøllin í Klaksvík til altjóða dystir m.a. í Champions League í summar, men tær kanningarnar verða helst í næstum. Spurningurin er so, um kommunan spælir við eld, um nú hvørki graslíkið ella ljósviðurskifti liva upp til altjóða krøvini. Enn vita vit ikki, hvat hetta endar við, men enn hevur einki verið at frætt um, at KÍ ikki fær loyvið at spæla í Klaksvík í summar.

 

Útslitni vøllurin er ikki orsøk til allar skaðarnar, men spurningurin er, um hann ikki kanska eigur ein lut í, at skaðarnir eru so mangir. Tað kundi hesin dysturin við fimm skaðum til bæði liðini eisini bent á.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her rakar verkfallið
KÍ-liðskipa­rin verður ikki tøkur í fimm…
Nólsoyar Páll vann ódnartøk­ini móti Klak…
Verkfall fyri øll arbeiðsøki hjá arbeiða…
Fyrstu ferð í níggju ár: Víkingur er fav…
Alex Sólstein: Minnisbrot
Ægir nýtt met í 4x100 metur frí fyri mix…
KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og…
Gongur væl at umvæla svimjihylin
Lea O. Højsted nýtt føroyskt met
Løgtings­skrivstovan vitjaði Varpið
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssundi
Nýggjar bátabrúgvar á Borðoyarvík
U15 landsliðið til kapping í Farum
Konsert við Schubert
Kórfagnaður í Mentanarhúsinum
VIDEO: Eg leggi meg eftir at tala beinle…
VIDEO: Talurnar kunnu vera til signing e…
Ein virkin vika farin aftur um bak
Flogbóltslands­dystir um vikuskifti
Lýsing