Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein ovurfegin formaður takkaði alt og øllum

SKRIVAÐ: Orð og myndir: Dávur Winther  |  28.04.2024 - 00:47 Ítrottur Tíðindi

Tað var ein ovurfegin formaður og ikki frítt rørdur, Jóhann Lützen, ið takkaði nevnd, leikarum, kvinnum og monnum, áskoðarum og ikki minst fyrrverandi leikarum og undangongufólkum.

Mjølnir-Menn hava vunnið FM fyri sættu ferð á rað, og tað hevur einki mannsliðs klárað í flogbólti áður.

Tó vísti formaðurin á í røðu sínari, at kvinnurnar hjá Mjølni eiga metið í Føroyum, við heili 8 FM heitum á rað.

Formaðurin heiðraði eisini Marjun Kalsø, fyri ótrúliga arbeiðið hon hevur lagt í Mjølnir, og fyri enn eitt FM - hesaferð við 1. deild.

Mjølnir skal aftur spæla úti í Evropa næsta ár, og tað verður spennandi at gera hesa royndina aftur.

Eisini takkaði formaðurin John Syderbø, ið hevur verið venjari í ár, og sum hevur verið við til at tryggja teimum enn eitt meistaraheiti.

Mjølnir familjan møtti upp til tiltakið í kvøld, har høvi eisini var at heilsa upp á leikararnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltur: A-landsliðið hjá monnum spæl…
Samgongan samsek í verkfalli
Upptakt: KÍ-Víkingur
Falskar fortreytir, Sjúrður Skaale!
Her rakar verkfallið
KÍ-liðskipa­rin verður ikki tøkur í fimm…
Nólsoyar Páll vann ódnartøk­ini móti Klak…
Verkfall fyri øll arbeiðsøki hjá arbeiða…
Fyrstu ferð í níggju ár: Víkingur er fav…
Alex Sólstein: Minnisbrot
Ægir nýtt met í 4x100 metur frí fyri mix…
KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og…
Gongur væl at umvæla svimjihylin
Lea O. Højsted nýtt føroyskt met
Løgtings­skrivstovan vitjaði Varpið
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssundi
Nýggjar bátabrúgvar á Borðoyarvík
U15 landsliðið til kapping í Farum
Konsert við Schubert
Kórfagnaður í Mentanarhúsinum
Lýsing