Lýsing
Lýsing
Lýsing

Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjóri á Listasavni Føroya

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.04.2024 - 10:24 Mentan Tíðindi

Stýri fyri Listasavn Føroya hevur sett Solveig Hanusardóttir Olsen í starv sum nýggjur stjóri. Solveig er cand.mag í religiónssøgu við hjánámi í kuratering og mentanararvi frá Københavns Universitet.  Hartil hevur hon ein master í listasøgu - MA History and Philosophy of Art – frá University of Kent. Hon hevur eisini eina diplomútbúgving í leiðslu frá Glasi og hjánám í føroyskum frá Fróðskapasetri Føroya.

 

 

Solveig sigur: “Komandi árini fara at vera avbjóðandi og spennandi fyri savnið við umfatandi umbygging, dagføring og útbygging, samstundis sum, at høvuðsuppgávan hjá savninum at seta myndlist á breddan, skal røkjast. Søgan hjá Listasavni Føroya er hevdbundin, og við virðing fyri hesum skal tjóðlistasavnið mennast við hugtakandi framsýningum, nýhugsandi verkætlanum, vitanardeiling og tiltøkum. Listasavn Føroya er ein miðdepil fyri føroyska myndlist, og við nýggju karmunum fer savnið at kunna bjóða Føroya fólki og myndlistini fjølbroyttari og samtíðarhóskandi umstøður. Hetta vil eg fegin seta í verk saman við starvsfólkunum á savninum.” Hon heldur fram: “Broytingarnar komandi árini hava nógv nýtt virksemi við sær, ið tey, sum eru knýtt at savninum, skulu menna sum eitt toymi, umframt at endurhugsa tilboðini og framsýningarnar, sum eru í dag.”

 

Solveig er ikki eitt nýtt andlit á Listasavni Føroya. Hon hevur verið knýtt at savninum í fleiri umførum síðani 2014, m.a. í tíðarskeiðinum 2016 – 2023 sum savnsvørður, har hon eitt nú miðlaði list við framsýningum, greinum, fyrilestrum og á annan hátt. Hon varaði av føstu framsýningini, serframsýningum og samskipaði alt arbeiðið. Harumframt er hon limur í ymiskum nevndum, stýrum og arbeiðsbólkum, harímillum umboðar hon Føroyar í nevndini hjá Norðurlandaráðnum, sum varðar av Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, frá 2023 og fram.

 

Solveig tekur við starvinum 1. juli 2024

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Lýsing