Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsertfyriskiparafelagið hevur skipað seg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.05.2024 - 08:25 Mentan Tíðindi Vinna

Fólk, sum fáast við at skipa fyri konsertum í Føroyum, hava stovnað eitt felag, sum skal arbeiða fyri teirra áhugamálum og tala teirra søk. Farið var í gongd við at stovna felagið fyri umleið tveimum árum síðani, tá ið fleiri av teimum, ið regluliga skipa fyri konsertum, hittust á fundi við tí endamáli at stovna eitt felag fyri konsertfyriskiparar.

 

 

Nakrir fundir hava verið áleiðis til stovnandi aðalfundur varð hildin hin 3. apríl í ár. Tá vórðu Tóta Árnadóttir frá Gulu smiðju, Jón Tyril frá Mentanarhúsinum í Fuglafirði og Sølvi Simonarson frá Listastovuni vald í nevndina. Harafturat vórðu Kristian Blak og Njál Reinert Petersen valdir sum tiltakslimir.

Á fyrsta nevndarfundi skipaði nevndin seg við Tótu Árnadóttir sum formanni, Jón Tyril sum næstformanni og kassameistara og Sølva Simonarson sum skrivara. Heitt varð á nevndina um at endurskoða og einfalda endamálsorðing og viðtøkur fyri felagið. Uppskot við dagførdum viðtøkum varð lagt fram og samtykt á eykaaðalfundi hin 17. apríl.

 

Fakta:

Felagið er skipað sum eitt áhugafelag og eitur Konsertfyriskiparafelagið. Tað hevur sum endamál at “virka sum umboð fyri føroyskar konsertfyriskiparar, tala teirra søk og virka fyri endamálum teirra.”

Øll sum skipa fyri konsertum og taka undir við endamáli felagsins, kunnu eftir at hava goldið limagjald, gerast limir í felagnum. Áhugaði kunnu venda sær til felagið á: konsertFO@gmail.com

Konsertfyriskiparafelagið er limur í Tónleikasambandi Føroya.


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Norðoya Kvinnu­felag hevur summartorg ley…
Eyðgunn: Lønin skal ikki hækka og gylta…
Bygdaleiðir hart rakt av verkfallinum
Áheitan um at vísa varsemi, tá ið brenni…
Breið semja um ferða­vinnu­uppskotið
Stórmál hjá Framsókn felt av teirra egnu
P/­F Havsbrún slakar 700 mió. kr. í avlop…
Skála ÍF fær styrk úr Danmark
Lýsing