Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skriðjan heiman Gjónna endurbøtast

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.05.2024 - 11:55 Myndarøð Tíðindi

Í góðveðrinum leygardagin, varð útferð til Syðradals á Kalsoynni, har ein bólkur av ymiskum fólki kunnaði seg nærri um og hugdi nærri eftir endurbøtingararbeiðinum við skriðuni heiman Gjónna.

 

Í Hagapartinum Heiman Gjónna, har skriðan er, sum skal granskast og endurbøtast, er áseyðatalið 56. Hetta er væl minni enn í 2000, tá skriðan leyp. Síðani 2005 er skipanin miðvíst tikin niður. Úrslitið av hesum er, at lambatalið í mun til áseyðatalið er hækkað, lombini og ærnar viga meir á heysti, og hagin verður minni bitin. Skriðan er um 100 metrar til longdar, 30 metrar breið og 1,7 metur djúp.

Skriðan er hegnað av fyri seyði, og grundkanningararbeiðið av plantulívinum er byrjað. Tað verða ymiskir endurbøtingarhættir, sum hóska til føroyska lendið, mentir og royndir. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við íslendskar ráðgevar innanfyri náttúruendurbøting, Miðnámsskúlan í Vestmanna og Gróðurstøðina í Hoydølum.

Umboð fyri Tjóðsavnið, Umhvørvisstovuna, Bóndafelagið, Búnaðargrunnir, Betri Trygging, Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum  og aðrir politikkarar umframt næmingar frá Miðnámsskúlanum í Vestmanna vóru eisini við á ferðini.

Ferðaliði fór úr Klaksvík klokkan 10:00 og tók Bjørn Kalsø bóndi ímóti á Syðradali, og greiddi annars frá ymiskum søguligum um Syðradal. Síðani møttist øll við skúlan har bóndakonan Hennibeth Kalsø hevði borðreitt við kaffi og køkum og Jóan Ólavsdóttir bjóðaði vælkomin og greiddi nærri frá skránni um dagin. Eftir hetta var gongutúrur niðan til skriðuna, har Bjørn Kalsø og Kolbrún í Haraldsstovu greiddu frá verkætlanini á staðnum

Komin oman aftur í skúlan, høvdu Bjørn og Hennibeth borðreitt við føroyskum mati og drekka har luttakari eisini prátaðu nærri um og kundu kjakast eitt sindur um verkætlanina.

Ein sera áhugaverður túrur í allarfagrasta veðrið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Lýsing