Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.05.2024 - 09:57 Tíðindi Vinna

Sum útlitini eru – eisini við nýggja uppskotinum til broyting av tøkugjaldinum – eru fortreytirnar fyri at víðka liðugvøruframleiðsluna aftur sera vánaligar. NASDAQ prísurin, ið er ein fiktivur prísur og  lítið og einki hevur við okkara sáttmálaprísir at gera, hevur ongantíð sveiggjað so nógv sum seinastu árini, sigur Regin Jacobsen stjóri

 

Bakkafrost úrslit fyrsti ársfjórðingur 2024

Hóast søluprísurin so at siga er óbroyttur, og sølan í hesum ársfjórðingi er lítið hækkað í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør, so nærum trífaldaðist tøkugjaldið (295%). Rakstrarúrslitið fyri alt Bakkafrost samtakið var 710 milliónir krónur og úrslitið eftir skatt 401 milliónir krónur. Tøkugjaldið var 112 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi í ár, samanborið við 38 milliónir sama tíðarskeið í fjør og 153 milliónir krónur fyri alt 2023. Partafelagsskattur og tøkugjald tilsamans vóru 193 milliónir krónur í hesum ársfjórðinginum.

Tøkan í Føroyum var 14.294 tons og 7.263 tons í Skotlandi, í mun til ávikavíst 11.005 tons og 8.093 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum, við metlágum lúsatølum. Lívfrøðin batnaði eisini munandi í Skotlandi, har virksemið sum heild gav eitt rakstrarúrslit á 39 milliónir krónur.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

”Hetta er fyrsti ársfjórðingur, har vit veruliga síggja, hvussu ógvusligt tøkugjaldið sveiggjar, tá ið NASDAQ prísurin á laksi broytist. Í heyst søgdu vit 140 fólkum úr starvi fyri at niðurlaga víðarivirkingina (VAP-framleiðsluna), tí nýggja tøkugjaldið  hækkar váðan í liðugvøruframleiðsluni munandi. Hóast bert 9% (fyrr 40%) av tøkuni nú fer til víðarivirking, hevur liðugvøruframleiðslan í Føroyum í hesum ársfjórðinginum givið tap.  Sum útlitini eru – eisini við nýggja uppskotinum til broyting av tøkugjaldinum – eru fortreytirnar fyri at víðka liðugvøruframleiðsluna aftur sera vánaligar. NASDAQ prísurin, ið er ein fiktivur prísur og  lítið og einki hevur við okkara sáttmálaprísir at gera, hevur ongantíð sveiggjað so nógv sum seinastu árini. ”

 

Roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing 2024 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Lýsing