Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú verður lættari at sleppa av við fløskur og íløt

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  07.05.2024 - 16:51 Politikkur Tíðindaskriv

Ein stórur meiriluti á Løgtingið hevur í dag tikið undir við uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um nýggja felags pantskipan.

 

- Tað hevur í mong ár verið arbeitt við at gera eina felags pantskipan fyri alt landið, sum ger tað lættari fyri fólk at sleppa av við pantíløt og er smidlig fyri allar partar. At ein stórur partur av andstøðuni eisini tekur undir við málinum, fegnist eg um, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm.

Fyri vanlig fólk hevur tað verið ein avbjóðing at sleppa av við allar pantfløskur. Í dag hava vit einar 12 ymiskar skipanir, har tú sum viðskiftafólk skal lata pantaðar fløskur inn aftur í sama handli, sum tær vórðu keyptar – ella í einum handli, sum selur fløskur frá sama innflytara.

 

Sleppa av við øll íløt á einum stað

Hetta verður nú broytt. Frameftir verður ein felags pantskipan skipað fyri alt landið, fyri allar handlar og fyri íløt úr glasi, plasti og metalli. At byrja við verður talan um íløt við vørum sum øli, vatni og leskidrykkjum, men lógin letur upp fyri, at pant kann leggjast á onnur íløt, t.d. djús, saft, smoothie og øðrum.

Tað hevur við sær, at fólk fara sleppa av við øll íløt á einum stað. Somuleiðis verður tað lættari hjá handlunum og krambafólkum. Hóast summir handlar hava automatir, ið taka ímóti pantíløtum, so eru fleiri handlar, ið manuelt taka ímóti pantíløtum og skulu skilja tey í millum 15 og 18 bólkar. Frameftir verður skilt í tríggjar bólkar; glas, plast og metal.

Tað verður IRF, sum verður umsitari av pantskipanini. Pantumsitarin hevur ábyrgd av at heinta frá handlum, gjalda handlum pantið og at fáa íløtini til endurnýtslu og endurvinningar. Talan er um eina skipan, ið skal handfara umleið 15 mió. íløt um árið.

Triðja viðgerð av málinum um nýggja pantskipan verður í komandi viku.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj bók – Saman um samkomuna
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Lýsing