Lýsing
Lýsing
Lýsing

KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti nýggju eigararnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.05.2024 - 21:47 Myndarøð Tíðindi Vinna

Sólin skein oman og niðan í gjár, týsdagin 7. mei, nú enn ein máttmikil tvíkilja varð avhendað til eigara, prosjekterað og framleidd av KJ. Hesaferð varð hon veitt Cooke Aquaculture Scotland. Hetta er tvíkilja nummar 65, ið KJ hevur bygt.

 

Tvíkiljan fær navnið Skuda Sund, við heimstaði í Uyeasound í Hetlandi. Tvíkiljan er 18 metrar long og er hon níggju metrar breið.

Útgjørd við tveimum Palfinger Marine kranum, einum 65 tonsmetur og einum 33 tonsmetur. Tvíkiljan hevur hágóðsku navigatiónsútgerð frá eitt nú Olex, Furuno, Simrad og Garmin, og er hon sera framkomin og er útgjørd at klára allar uppgávur, hon kemur at møta á síni leið. Hon er harafturat útgjørd við tveimum FPT Cursor16 motorum, har hvør motorur hevur 750 hestakreftir. Tvíkiljan hevur eitt generatorsett, ið er 115kVA, sum er útgjørt við autostarti, so tað altíð er nóg mikið av megi á battaríunum. Takkað veri dygdargóðu útgerðini, so er tvíkiljan rúmlig, trygg og skynsom hjá manningini at arbeiða umborð á, har eisini sera nógv er gjørt burturúr góðum ljóðviðurskiftum.

Fyri KJ liggur ein serstakur stoltleiki í framleiðslu av tvíkiljum. Tað eru 25 ár síðani, at KJ framleiddi eina tvíkilju á fyrsta sinni. Tað var tvíkiljan Sneis, sum í 1999 var bygd og latin P/F Sjólaksi í Kollafirði. Sostatt hevur KJ bygd 65 tvíkiljur uppá 25 ár.

“Vit eru sera stolt av, at áhaldandi vera størsti veitari av tvíkiljum í Føroyum. Vit eru takksom fyri ta álit, ið vit hava fingið, ár eftir ár, frá okkara kundum og samstarvsfeløgum. Vit eru altíð klár at veita fleiri tvíkiljur, útgerð og vørur annars, til alheimsalivinnuna” sigur Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj bók – Saman um samkomuna
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Lýsing