Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyastevnuteitið farið á flog

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  22.05.2024 - 23:16 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað góða gamla Norðoyastevnuteitið aftur á skrá og hevur nógv ymiskt at bjóða

Tað er helst ikki heilt rætt at endurgeva alt, tú mást sjálv/ur uppliva tað, men har er nógv gott, og onkrir av kendu leiklutunum eru aftur at síggja í ár.

Treyðugt so, Tesla-scannarin fær sítt, gongd í haga og Høgni, fótbólturin, Norðlýsið og øll hini fáa sítt. Sjálvandi fær Skorheim ein “vals” eisini.

Scannarin brúkar so nógva el-orku, verður sagt, at portørarnir verða settir at súkkla í kjallaranum, fyri at fáa nóg mikið av orku.

Pál Weihi, sum júst var komin úr flúgvaranum sunnaneftir, fekk sitt fyri í “Degi og viku” um hvussu gott ella ringt tað var at vera sunnanfyri í allari sólini. Men tað fekk hann eisini greitt við sínum orðasnildni.

Okkara kæri “VeðurHanus” fekk sítt fyri við eini fittari veðurforsøgn, sum hann greiddi bara væl.

Jú, eitt hugnaligt tiltak og leikur, sum má og eigur at vera á Norðoyastevnu, og sum tú mást síggja, fyri at gera tær tínar egnu metingar og flenna hareftir. 

Norðoyastevnuteitið verður í Spinnarínum hesar tíðir:

Fríggjadag 24. mai kl.19 og 21

Leygardag 25. mai kl. 19 og 21

 

Mikudag 29. mai kl.19 og 21

Fríggjadag 31. mai kl.19 og 21

Leygardag 01. juni kl.19

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Øssur Kjølbro verður insettur
Í morgin ella týsmorgunin koma bólkarnir…
15-17 sátt­mála­leikarar verða kanska ikki…
Veðrið í vikuni
Myndarøð: Cedric Yambere dagsins maður h…
Oddbjørn Vágslíð ger sendirøð um Hank Wi…
KÍ vendi 1-0 til 1-2 við 10 leikarum
Stríð norð­oyinga fyri sjúkra­húsi­num við…
Kom og fáið skil uppá ferðsluna
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Møguliga nýggjur ungur føroyskur leikari…
Klaksvík­ingur vann aftur
Búnaðargrunnu­rin hevði avlop í 2023 og…
Laksur er Føroya olja
Pýramidan skal vendast
Ólavur er nú EB/­Streymari
Hamradun á Summar Festivalin
Skyn Cup 24 í Gundadali
10 spurningum (og svar) um kristnu trúnn…
EM-Skotið: Portugal kemur langt