Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Veronika Petersen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.05.2024 - 12:21 Tíðindi Veðrið

Vit hava havt hátrýstveður í nakrar dagar. Tað hevur verið lítið av vindi, og loftið hevur verið nokkso klárt – í løtum púra klárt við bakandi sólskini, eisini drúgvar løtur.

Hátrýstið, sum hevur staðið fyri veðrinum, er í dag statt yvir Norðurnoregi. Tað fer at ganga eystureftir næstu dagarnar, burtur frá Føroyum. Tað fer at geva pláss fyri lágtrýstum um okkara leiðir. Tey fara ikki at raka okkum beinleiðis, men fara at halda til á leiðunum yvir Íslandi og suður til Bretlands.

Samstundis fer kalda høgættarrákið at halda uppat. Ættin í vikuskiftinum fer at liggja um landsynning við nakað lýggjari luft enn í dag og í gjár.

Men veðrið restina av degnum í dag fer at vera soleiðis, at vit fara at hava 5 til 13 m/s av eystri ella landnyrðingi, skýggjað og turt, í støðum sólglottar, og hitin fer at liggja um 5 til 8 stig. Sum frá líður kunnu vit rokna við támi ella mjørka í støðum, serliga eystanfyri, men framvegis eisini sól ella sólglottar, serliga vestanfyri. Hitin 8 til 12 sitg.

Í morgin eru 3 til 10 m/s av landsynningi, skýggjað og támut, í støðum mjørki, serliga eystanfyri. Tó eisini sól ella sólglottar, serliga norðanfyri og vestanfyri. Hitin 7 til 12 stig.

Sunnudagin er aftur 3 til 8 m/s av eystri ella landsynningi, hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Út á kvøldið skýggjað og ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Øssur Kjølbro verður insettur
Í morgin ella týsmorgunin koma bólkarnir…
15-17 sátt­mála­leikarar verða kanska ikki…
Veðrið í vikuni
Myndarøð: Cedric Yambere dagsins maður h…
Oddbjørn Vágslíð ger sendirøð um Hank Wi…
KÍ vendi 1-0 til 1-2 við 10 leikarum
Stríð norð­oyinga fyri sjúkra­húsi­num við…
Kom og fáið skil uppá ferðsluna
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Møguliga nýggjur ungur føroyskur leikari…
Klaksvík­ingur vann aftur
Búnaðargrunnu­rin hevði avlop í 2023 og…
Laksur er Føroya olja
Pýramidan skal vendast
Ólavur er nú EB/­Streymari
Hamradun á Summar Festivalin
Skyn Cup 24 í Gundadali
10 spurningum (og svar) um kristnu trúnn…
EM-Skotið: Portugal kemur langt