Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nøgdir kundar í butikkini!

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  25.05.2024 - 21:41 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag varð skipað fyri stórari stuðulskonsert fyri Hornorkestrinum á Skúlatrøð, sum er ein sólskinssøga - á ferð til Skotlands.

Tað fara 28 skúlaungdómar á konsetferð til Skotlands og saman við teimum nakað tað sama av vaksnum, so tilsamans er ferðalagið uppá 63 fólk.

Tey fara til Stirling í Skotlandi í september og spæla nakrar konsertir, millum annað í Stirling, Edenburgh og í New Lanark, har sum myllurnar eru. Tey spæla sjálvi og saman við øðrum skulaorkestrum eisini har.

Í dag spældu tey fyri foreldrum, ommum og abbum og Skálin var stúgvandi fullur. Fyrst spældi skúlaorkestrið, síðani saman við Klaksvíkar Hornorkestri – helst teirra fyrimynd, og eftir tað kom Klaksvíkar Manskór og sang nakrar sangir.

Síðani var ”Kvinnur við horni” á skrá, har bert kvinnur spældu horn. Eisini var lutaseðlasøla og tombola á skrá – Tann sum vann stóru gávukurvina, er ein ljósareyður seðlil nr. A 45939! Hesin er vælkomin at gera vart við seg.

Sum sagt var Skálin meir enn fullsettur til hetta høvið, har tú enntá kundi keypa rabarbur sum stuðul til ferðina – Hevur tú hug at stuðla, ber til at flyta nøkur oyru á konto: 9865 3322410.

Tað er gleðiligt, at eitt slíkt hornorkestur er á Skúlatrøð. Hetta er eitt frálíkt og fyrimyndarligt samstarv millum skúlan í Klaksvíkar Tónlistaskúla. Fiona Parker, sum stendur fyri hesum samspælinum, sigur, at tey eru um 34, sum vanliga hittast í orkestrinum úr 3. – 5 flokk. Men hon hevur eisini eitt ”Juniorband”, stendur bíðar at sleppa uppí part – Tey eru meir enn 50 ungdómar. So til samans væl upp í 80-unum, sum vilja sleppa við.

Minnist einaferð ein íslendskan vinnulívsmann, sum hevði kannað skúlarnar í Kópavogi við vinnilívsbrillum, har spurningurin var: ”Hava vit nøgdar kundar í butikkini”? Har var spurt foreldur, lærarar, næmingar og leiðslu um nógvar ymiskar spurningar, sum kundu peika á, um næmingar og lærarar trivust í skúlanum.

Tað er heilt vist, at tá ið so nógv fólk møta upp til eitt slíkt tiltak sum í kvøld, so hava vit nøgdar kundar í butikkini! Tey ungu spældu væl, vóru hugbundin, glað og nøgd. Foreldur ommum og abbar ikki minni.

Og sum verturin, Kári Sólstein segði, hetta er tann ungdómur, sum skal yvirtaka Klaksvíkar Kornorkestur! Kann tað verða betri?

At hava eitt slíkt orkestur í einum skúla er ómetaliga virðismikið og tey blíva samstundis so nógv betri næmingar til so mangt annað eisini innan skúlans gátt – koyr á!

Góða ferð til Skotlands!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesum fimm kann KÍ møta
Heini Dai Jørgensen fekk debut
Kunningarfundur fyri komandi næmingum ve…
Klakkur landar í morgun
Sjálvstýri fyri rættvísum lønum og burða…
Sjálvstýri – Ein nýggj byrjan
Kunningartiltak um Genomisk Medicin og F…
Video: Øssur Kjølbro verður insettur
Í morgin ella týsmorgunin koma bólkarnir…
15-17 sátt­mála­leikarar verða kanska ikki…
Veðrið í vikuni
Myndarøð: Cedric Yambere dagsins maður h…
Oddbjørn Vágslíð ger sendirøð um Hank Wi…
KÍ vendi 1-0 til 1-2 við 10 leikarum
Stríð norð­oyinga fyri sjúkra­húsi­num við…
Kom og fáið skil uppá ferðsluna
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Møguliga nýggjur ungur føroyskur leikari…
Klaksvík­ingur vann aftur
Búnaðargrunnu­rin hevði avlop í 2023 og…