Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj frímerki frá Posta, mánadagin, 27. mai

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.05.2024 - 09:23 Myndarøð Tíðindi

Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna víða og mynda eitt nú føroyskar LP-plátur, lívrunna list, Fossá og undirsjóvarmyndir.

 

 

 

Føroyskar LP-plátur

Frímerkið myndar plátuhúsar, ið umboða bróðurpartin av tí tónleiki, ið var frammi, tá LP-pláturnar høvdu sína stórleikatíð í Føroyum. Hetta var frá seinnu helvt av sekstiárunum og fram til byrjanina av nítiárunum. Her er andaligur tónleikur, fólka-, vísu- og spælimanstónleikur, jazztónleikur, barnatónleikur og rokktónleikur. Tónleikur til gaman og álvara. Útgávan er sett upp í samstarvi við John Dam.

 

Lívið undir vatnskorpuni

Undir vatnskorpuni er so sera vakurt. Onkrastaðni ýður tað av lívi av alskyns slagi, og aðrastaðni sæst taraskógurin danda í aldustevi. Harald Bjørgvin hevur tikið vøkru myndirnar, sum mynda Europa-frímerkini í ár. Fyrra frímerkið myndar eina bertáknu, ið skríður ímóti myndatólinum, og tað seinna myndar fjøruna í Akkersvík. Hendan myndin er heilt serlig, soleiðis at ovara helvt er vísir tað, sum er omanfyri vatnskorpuna, meðan niðara helvt vísir tað, sum er undir vatnskorpuni.

 

Lívrunnin list II

Súsan í Jákupsstovu hevur verið slóðari í rákinum, sum nú er, tá tosað verður um stuttflutt, at minka um rusk og at brúka okkara heimliga tilfeingi. Listaverkið á fyrra frímerkinum, “Kavalandslag”, hevur ullinta bakgrund, sum er vovin úr føroyskum tógvi og hevur áseymaðar og broderaðar staklutir. Tilfarið er skræða, vomb, heimagjørt pappír og silki. Verkið “Steinar” á seinna frímerkinum er skulpturur, tveir steinar. Tilfarið er ull, tøvd og formað til steinar, og fyllan er broddur. Originalt verk, og einki umboðar okkara land so væl sum ein steinur. 

 

Fossá

Størstur og glæsiligastur av øllum føroysku fossunum er Fossá, sum liggur sunnanfyri Haldarsvík. Tá turt er í veðrinum er fossurin sjáldan meira enn ein til tveir metrar breiður. Men í regni kemur hann veruliga til sín rætt og er yvir 30 metrar breiður um ovasta tvídeilda fallið. Svarta basaltgrundin økir um dramatiska máttin í hvíta skúminum. Mynd: Marylee Burman.

Keyp frímerkini á stamps.fo ella á posthúsum kring landið.

Á heimasíðu okkara www.stamps.fo ber eisini til at lesa áhugaverdu greinarnar um føroysk frímerki.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesum fimm kann KÍ møta
Heini Dai Jørgensen fekk debut
Kunningarfundur fyri komandi næmingum ve…
Klakkur landar í morgun
Sjálvstýri fyri rættvísum lønum og burða…
Sjálvstýri – Ein nýggj byrjan
Kunningartiltak um Genomisk Medicin og F…
Video: Øssur Kjølbro verður insettur
Í morgin ella týsmorgunin koma bólkarnir…
15-17 sátt­mála­leikarar verða kanska ikki…
Veðrið í vikuni
Myndarøð: Cedric Yambere dagsins maður h…
Oddbjørn Vágslíð ger sendirøð um Hank Wi…
KÍ vendi 1-0 til 1-2 við 10 leikarum
Stríð norð­oyinga fyri sjúkra­húsi­num við…
Kom og fáið skil uppá ferðsluna
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Møguliga nýggjur ungur føroyskur leikari…
Klaksvík­ingur vann aftur
Búnaðargrunnu­rin hevði avlop í 2023 og…