Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein av avleiðingunum av størstu arbeiðsmarknaðartrætuni á privata arbeiðsmarknaðinum í 20 ár er, at burturkast hópar seg upp, enntá í náttúruni | Mynd: IRF

Hvussu kundi tað ganga so galið?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.06.2024 - 11:50 Leiðarin Politikkur

Eftir frið í yvir 20 ár á privata arbeiðsmarknaðinum, hava vit nú aftur eitt risaverkfall, sum skjótt fer inn í fimtu viku. Stórir partar av landinum liggja lamnir, og at kalla øll vinnurekandi missa pengar so ella so, eins og øll í arbeiðarafeløgunum og fleiri við. Men hví eru vit endað her?

 

 

“The road to Hell is paved with good intentions”, sigur eitt skjótt 1.000-ára gamalt orðatak. Nógv bendir á, at samgongan ikki hugsaði seg um, áðrenn hon valdi bólkar út at geva lønarlyft. Tað var eitt politiskt inntriv í ein annars sjálvregulerandi og vælvirkandi arbeiðsmarknað, og við tí vórðu marknaðarkreftirnar í roynd og veru settar úr gildi. Ein lønarupphædd, sum ikki var ásett á nøkrum marknaði, kom nú eyka inn á konto hjá heilt mongum.

Sjálvandi síggja hini fakfeløgini tað og vilja hava í minsta lagi somu lønarhækking. Tann politiskt frávaldi bólkurin av føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum endaði úti í einum eljustríði við Fíggjarmálaráðið, og enn eina ferð “mátti” samgongan leggja seg út í arbeiðsmarknaðin og lóggav tær seinastu sjúkrasystrarnar aftur til arbeiðis, tá tær settu hart móti hørðum.

So skjótt núverandi verkfallið byrjaði at merkjast, vóru aftur røddir frammi um at lóggeva arbeiðararnir aftur til arbeiðis. Her skal beinanvegin sigast, at tað er ikki samgongan, sum hevur sagt nakað tílíkt. Men tað er sum um, at politisk inntriv nú tykjast sum ein munandi meira realitiskur møguleiki at fara eftir, tá trætur eru um sáttmálaviðurskifti og løn.

Arbeiðsgevararnir eru kroystir upp í ein krók. Teir fungera eftir marknaðarkreftunum og hava ikki møguleika at geva nakað skattafíggjað politiskt lønarlyft. Eiheldur kunnu teir noyða fólk í sáttmálaloysi til at arbeiða, sum Løgtingið kann og gjørdi. Teir eru prísgivnir til marknaðarkreftirnar.

So paradoksalt tað kanska ljóðar, so var tað væl-intenderaða lønarlyftið hjá samgonguni, sum skuldi føra til einar javnari Føroyar, við til at gera samfelagið ójavnari. Ójavnari millum alment og privat lønt, og eisini ójavnari millum almennar og privatar arbeiðsgevarar, tí landið sum arbeiðsgevari kann lyfta starvsbólkar upp við skattakrónum, grípa inn í stríðsstig og seta tey til viks, meðan privati arbeiðsmarknaðurin ikki hevur teir møguleikarnar.

Fyri framman liggur enn eitt lyfti – fyri arbeiðsgevararnar ein hóttan – frá samgonguni um at leggja seg út í arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar. Tað merkir, at fólk skulu hava fulltíðarløn fyri 37 tímar, og hóast stórur munur er á ymisku útrokningunum av kostnaðinum av tí, so eru tær allar á einum máli um, at tað fer at kosta 9 siffur. Tað vil siga í hundraðmilliónaklassanum.

Tað er klárt, at Vinnuhúsið hugsar um hetta, tá ið tey áseta sítt pínumark. Júst sum samgongan gjørdi álvara av politiska inntrivinum um lønarlyft og politiska inntrivinum í verkfalsrættin, er tað somuleiðis sannlíkt, at álvari fer at verða gjørdur úr tí triðja politiska inntrivinum í arbeiðsmarknaðinum hetta valskeiðið; at stytta arbeiðsvikuna. Tað fer at kosta arbeiðsgevarunum nógv, og er sjálvsagt við til at gera, at Vinnuhúsið heldur aftur í núverandi samráðingum.

Soleiðis kunnu politikarar – við teimum bestu intentiónunum, heilt víst – við at blanda seg har, teir eru eitt órógvandi fremmandalikam, skapa ruðuleika, har friður hevur valdað í áratíggju.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ møtir Differdange 03
Her ber til at stroyma lutakastið í Cham…
Mál um kynslig brotsverk á internetinum
Fuglafjørður má velja sínar útbyggingar…
Semja gjørd millum Føroyar, Bretland og…
Norðlýsið eftirfar­andi um makrelin – bíð…
Góður fiskidagur, men ongin kalvi
Av Klaksvík á Flemish Cap
Gott hjá Varpinum at hava góðar vinir
Áleggingin av nýggja graslíki­num byrjað
Send okkum tykkara tiltøk á info@klaksvi…
Hylki til sigarettstubbar og snúsposar
Hesum fimm kann KÍ møta
Heini Dai Jørgensen fekk debut
Kunningarfundur fyri komandi næmingum ve…
Klakkur landar í morgun
Sjálvstýri fyri rættvísum lønum og burða…
Sjálvstýri – Ein nýggj byrjan
Kunningartiltak um Genomisk Medicin og F…
Hylki til sigarettstubbar og snúsposar