Lýsing
Lýsing
Lýsing

Edward Fuglø samarbeiðir við D-A-D

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  10.06.2024 - 20:50 Mentan Tíðindi Vinna

Í sambandi við 40 ára hátíðarhaldið hjá danska rock-bólkinum D-A-D, hava teir avrátt við Red Barnet, at teir vilja selja 40 guittarar, hvørs yvirskot fer til Red Barnet.

Danski rockbólkurin, D-A-D hevur í samarbeiði við Søren A, grafikara og kurator, Jens-Peter Brask, biðið 40 listafólk gera sítt serskilda listaverk burturúr einum guittara, tey fingu sendandi.

Edward Fuglø – einasta listafólk úr Føroyum - fekk í boði at dekorere ella listprúða ein av hesum guittarunum til eitt listaverk.

Listaverkið er síðani sent aftur til Danmarkar, og hevur - saman við hinum 39 listaverkunum - verið sýnt fram frá 6. til sunndag 9. juni í Festsalinum á Nationalmusenum í Keypmannahavn. Síðani eru listaverkini burturlutað á størsta Norðurlendska online auktiónsplatformurin, sum eitur Tradera.com. Her kanst tú eisini bjóða

Uppboðið endar um  eini 11-12 dagar. Fyribils liggur verkið hjá Edward Fuglø innanfyri top-10 av listaverkunum, ið hava fingið boð.

Verkið eitur: Dorothy's Adventurous Daydream

Gentan Dorothy, sum býr úti á bygd í Kansas har hon keðir seg og dagdroymir, á gandakendan hátt endar hon í ævintýraheiminum úr kendu søguni/filminum "The Wizard of Oz" (frá 1939), har "Dreams really do come through."

Í 80-unum gongur "keypmannahavnar"-drongurin eisini runt og melur, alt ímeðan hann eisini dagdroymir, og heimskenda hittið hjá rockbolkinum  D-A-D, 'Sleeping my day away", verður til.

Universið hjá D-A-D og The Wizard of Oz, verða flættað saman.

So til allar dagdroymarar: “Missið  ikki mótið”, ver tann tú ert, finn tað rætta parið av skóm og fylg The Yellow Brickroad, har dreymar gerast veruleiki.

Guittarin er ein blanding av Rock, Rodeo og Showbiz.

Red Barnet

Lýsing
Seinastu tíðindini
Málninga­framsýning við Elisabeth á Bakka…
Hetta er Differdange 03
KÍ møtir Differdange 03
Her ber til at stroyma lutakastið í Cham…
Mál um kynslig brotsverk á internetinum
Fuglafjørður má velja sínar útbyggingar…
Semja gjørd millum Føroyar, Bretland og…
Norðlýsið eftirfar­andi um makrelin – bíð…
Góður fiskidagur, men ongin kalvi
Av Klaksvík á Flemish Cap
Gott hjá Varpinum at hava góðar vinir
Áleggingin av nýggja graslíki­num byrjað
Send okkum tykkara tiltøk á info@klaksvi…
Hylki til sigarettstubbar og snúsposar
Hesum fimm kann KÍ møta
Heini Dai Jørgensen fekk debut
Kunningarfundur fyri komandi næmingum ve…
Klakkur landar í morgun
Sjálvstýri fyri rættvísum lønum og burða…
Sjálvstýri – Ein nýggj byrjan