Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsfundur og almennur fyrilestur. “Føroyingurin er ikki ferðamaður í Føroyum”

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund, formaður Sjálvstýri  |  11.06.2024 - 12:28 Mentan Politikkur Vinna

Landsfundurin hjá Sjálvstýri verður í skúlaheiminum á Glasi, leygardagin 15. juni klokkan 14.  Klokkan 15:30 verður almennur fundur við fyrilestri og pallborðsfundi. Evni er avbjóðingarnar við ferðavinnuni í Føroyum.

 

 

Hendan dagin bjóða vit til ein spennandi og viðkomandi almennan fund, sum byrjar klokkan 15:30.

Við yvirskiriftini “Føroyingurin er ikki ferðamaður í egnum landi” fara vit at kjakast um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum, og hvussu vit best kunnu handfara tær.

Á almenna fundinum, sum verður eftir landsfundin hjá Sjálvstýrinum, fer Jógvan Hovshólm, leiðari í Faroeway Adventures,  at halda fyrilestur um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum.

Eftir fyrilesturin verður pallborðsfundur við hesum luttakarum:

  • Jógvan Hovshólm, forstjóri í Faroeway Adventures
  • Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestanna
  • Theresa T. Kreutzmann, leiðari í Visit Norðoy
  • Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri

 

Kom og ver við!

Kom og hoyr hesar royndu serfrøðingarnar kjakast um, hvussu vit kunnu betra um og menna ferðavinnuna í Føroyum. Fundurin gevur eina gyltan møguleika at fáa innlit í týdningarmikil mál og luttaka í einum dynamiskum og upplýsandi kjaki.

 

Nær?  Kl. 14:00: Landsfundur fyri limir.

           Kl. 15:30: Almennur fundur um ferðavinnu

Hvar?  Skúlaheimið á Glasi

 

Vit gleða okkum til at síggja teg til ein gevandi og læruríkan dag!

 

 

 

Sámal Petur í Grund

formaður Sjálvstýri.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur