Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjey av átta bátum úr Norðoyggjum fingu heiðursmerki

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  11.06.2024 - 21:04 Ítrottur Tíðindi

Av feløgunum sum høvdu minst tríggjar manningar við, so vann KRF flest heiðursmerki pr. bát á norðoyastevnu.

Vit hava hugt eitt sindur eftir úrslitunum frá fyrsta FM-róðrinum í ár, sum var á norðoyastevnu. Her hava vit tikið teir nýggju siðbundu róðrarnar, meðan barnaróðrarnir ikki eru við.

Vit síggja, at Havnar Róðrarfelag hevði flestar manningar, flest gull heiðursmerki og flest heiðursmerki. Síðani kom Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF), sum vann ein róður færri og fekk eitt heiðursmerki færri. Men taka vit heiðursmerki pr. bát, so var KRF fremst av teimum, sum høvdu minst tríggjar manningar við 0,8. Tað vara bara Páll Fangi við monnum, sum ikki fekk heiðursmerki og tann manningin var 5/50 partar frá at enda á 3. plássi.

Hjá NHR fingu báðir bátarnir bronsu, men har skal sigast, at hjá 10-mannaførum vóru bara tríggir bátar.

 

10-mannaførini góvu størsta spenningin

Kanska eitt sindur sum væntað, so var mest spennandi róðurin á norðoyastevnu 10-mannafarsróðurin. Ódnartøkini bendu á, at Nólsoyar Páll, sum er gamli Klaksvíkingur frá 2002, kundi fara at bjóða meistarunum í sama felag síðstu trý árini av. Meðan Norðingur ongantíð skal avskrivast á norðoyastevnu, sum hann vann í 2022.

Bæði Norðingur og Klaksvíkingur høvdu eykamann við hendan róðurin vegna skaðar, meðan Nólsoyar Páll hevði tað, sum sambært mongum er tað ringasta plássið á norðoyastevnu, sum er nærmast málbilinum. Talan bleiv eisini um ein sera spennandi róður. Nólsoyar Páll var á odda frá byrjan og næstan allan teinin, men munurin var lítil. So lítil, at í endaspurtinum vann Klaksvíkingur seg akkurat framum. Norðingur megnaði ikki heilt at fylgja teimum báðum, men var tó ikki so langt (trý sekund) aftanfyri, at Norðingur ikki kann fara at vinna onkran róður í ár.

 


Fimm róðrar høvdu ongan spenning

Raðfylgjan á norðoyastevnu passaði soleiðis, at fyrstu fimm róðrarnar høvdu ongan spenning um fyrsta plássið. Men síðstu fýra róðrarnar kom spenningurin, har tað ongantíð var meir enn eitt sekund frá nr. 1 til nr. 2.

 


Leygardagin verður annars FM-róður í ár, tá sundalagsstevna verður í Kollafirði.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur