Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd frá Skrapt 2023: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Frumsýning av Skrapt filmi og Ókendir avdúkaðir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2024 - 18:24 Mentan Tíðindi

Stuttfilmurin um fyrsta Skrapt Festivalin, ið varð hildin í juli í fjør, verður frumsýndur komandi leygardag 15. juni. Fyrst kl 16 og aftur kl 20, tá tað eisini verður konsert við Ókendir, sum er fyrsta navnið, ið er avdúkað á Skrapt '24

 

 

 

Skrapt Festivalurin varð hildin fyri fyrstu ferð í juli í fjør. Fleiri útlendskir miðlar vitjaðu. Millum teirra var íslendski filmsframleiðarin Frosti Jón Runólfsson, eisini kallaður Frosti Gringo, sum m.a. hevur framleitt sjónbond fyri fleiri av fremstu tónleikarunum í Íslandi, eitt nú til lagið “Klettur” av nýggjastu plátuni hjá Sigur Rós.

 

Frumframsýning fyrst kl 16

Frosti Gringo filmaði ígjøgnum Skrapt dagarnar, frá upplating fríggjadag til endaligu avslappingina í svimjihylinum sunnudag og hevur nýliga lagt seinastu hond á verkið. Stuttfilmurin er liðugur, og komandi leygardag, 15. juni kl 16, verður hann vístur fyrstu ferð á stórskíggja Niðri Undir Landskrona.

Tað er ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin til ókeypis sýningina. Til ber at keypa heitt og kalt at drekka, og vit bjóða ókeypis poppkorn afturvið.

Filmurin er góðar 24 minuttir til longdar. Treylari av filminum sæst her:

https://youtu.be/Yaml97kvtHY?si=w64XN5qjHzurVuW4

 

Seinna sýningin - við Ókendum

Teir átta í Ókendir buldraðu inn á tónleikapallin í apríl í ár, tá teir framførdu sínar allarfyrstu konsertir til Sement. Skrapt avdúkar teir sum fyrsta navnið á skránni í ár, og teir koma eisini at framføra til frumsýningina komandi leygarkvøld kl 20, tá Skrapt filmurin verður vístur aðru ferð sama dag, eisini Niðri Undir Landskrona.

Barrin verður opin, og øll eru vælkomin til ókeypis sýning og konsert.

 

Skrapt 2024

Fyriskipararnir avdúkaðu herfyri, at festivalurin verður hildin aftur í ár og verður vikuskiftið 18. til 20. oktober 2024. Fleiri nøvn til ársins festival verða kunngjørd í næstum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Niðri á Toftum verður gravað hugaliga
Nýsetti presturin um kallið
Børn við breki fyri mismuni
Sprelskur rappbólkur á Summar Festivalin
Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar …
Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólt…
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Malena (Lena) Regina Joensen 100 ár
KÍ-NSÍ er umbýttur til NSÍ-KÍ
Frøði hesa ferð
Vøllurin verður kanska ikki klárur til K…
Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiligari kon…
Norðlýsið á gøtuni
U18 lands­lið­ini í sandflogbólti í eldin…
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…