Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini

SKRIVAÐ: Heilsustýrið  |  12.06.2024 - 12:00 Tíðindaskriv

Nú kunnu øll, ið dáma at fáast við ættargransking og eru áhugað í familjusambondum, brúka Ættarbandsskránna í Vanga-appini. Ættarbandsskráin hevur verið á Vanganum frá byrjan og er ein hin mest vitjaða síðan á Vanganum. Higartil hevur hon bara verið tøk á teldu, men nú er hon loksins við í Vanga-appini eisini.

 

 

 

Vit brúka mest telefonina

Vangin og Ættarbandsskráin hava verið virkin í útvið fýra ár. Skjótt varð greitt, at føroyingum dámar best at vera á telefonini, og uml. 85 % av allari ferðsluni á Vanganum er í appini. Tí var eyðsæð, at Ættarbandsskráin eisini skuldi verða tøk á telefonini.

 

Rættingar í Ættarbandsskránni

Í Ættarbandsskránni fært tú eitt yvirlit yvir tína ætt í beinari linju, í nøkrum førum heilt aftur til norrøna miðøld. Sært tú eina villu í upplýsingunum, ella hevur tú nýggja skráseting, kanst tú boða Heilsustýrinum frá og viðfesta skjalfesting sum próvgrund.

Stóri áhugin fyri Ættarbandsskránni sæst eisini aftur í øllum rættingunum, sum fólk longu hava sent Heilsustýrinum. Tá ið arbeitt verður við so stórum mongdum av dátum, kunnu feilir koma fyri. Síðan Ættarbandsskráin kom á Vangan, er dátugóðskan nógv hækkað júst orsakað av rættingum frá fólki.

Vónandi taka føroyingar væl ímóti Ættarbandsskránni í Vanga-appini.

 

  • Dáturnar í Ættarbandsskránni eru m.a. úr kirkjubókum, fólkateljingum og Landsfólkayvirlitinum.
  • Tú kanst gera rættingar beinleiðis í skránni
  • Skjalfesting til rættingar kunnu vera: mynd, deyðsváttan, kirkjubøkur osfr.
  • Les meira á: https://hst.fo/aettarbandsskrain
     

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.
Betri Oyggja­leikir 2027 í góðum hondum
Føroyaprent 20 ár: Hátíðarhald og hátíða…
Tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarkn…
Fólk í Klaksvík blivin meira ansin
Kavarar útbúgva seg í Føroyum
Eldrahugni í Betesda byrjar aftur