Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vegard Forren, sum varð raktur av gølu í Noregi og nú krevur endurgjald, umboðar her KÍ á vøllinum

Vegard Forren krevur 4,4 milliónir í endurgjaldi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.06.2024 - 12:58 Ítrottur Tíðindi

Fyrrverandi KÍ- og Brann-spælarin Vegard Forren kennir seg verða forfylgdan av órøttum í gøluni, sum verður rópt Nachspiel-skandalen í Noregi. Sambært norska BT krevur hann 4,4 milliónir norskar krónur frá statinum.

 

Í sonevndu Nachspiel-gøluni, sum hendi – ella ikki hendi – á Brann Stadion, varð Vegard Forren skuldsettur fyri valdstøku (neyðtøku), og sambært Forren sjálvum varð hansara fótbóltskarriera púra oyðiløgd av hesum. Sakførarin hjá Forren, John Christian Elden, sigur, at sakarmálstíðin hevur verið alt ov long, og tað er sera hart fyri tey, sum verða rakt av ósonnum ákærum. Ákæran varð løgd til viks í oktober í 2021. Kvinnan hevur heldur ikki fingið endurgjald sum offur.

Í dag spælir Vegard Forren í 3. división í Noregi við felagnum Træff. Hann var við í KÍ í fjør, sum kláraði søguliga langt í Europa. Eftir gøluna hevur Forren ikki spælt á hægsta stigi í Noregi, og hann sigur sum nevnt gøluna hava oyðilagt hansara møguleikar innan fótbólt framyvir.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Eg fari hagar, vindurin førir meg
Brúkiligur fiski­skapur eftir gulllaksi
Julianna Matras og Mathea Jensen fara úr…
Hedegaard
Kongshjúnavitjan á sumri 2025
Gudny og børn spæla sjáldsama konsert
Endur­nýtslan stongd fram til 1. juli
Nýggjur varaleiðari í Nema handlinum í K…
USS New Hampshire í Nólsoyarfjørð
Ongin keta er sterkari enn veikasta liði…
Esmar Martin ársins fyrsta pisa á Tøknib…
Borgar­stjó­rin takkaði Vagn Foldbo fráfar…
Seinasta leikritið í hesum umfari
Farið er undir at fyrireika yvirtøku av…
Jarðhiti og Bora leggja saman í eitt fel…
Frændur á Tórsfest 2024
Amerikanskt HC-130J flogfar til Føroya
Latif fingið leikbann fyri at feira sigu…
Ein ófantalig órógvan!
Livur Skálagarður upp til endamálið?