Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá útróðrarmenn løgdu landið lamið

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  13.06.2024 - 09:28 Mentan Politikkur Vinna

Um hesa tíðina fyri júst 49 árum síðani stevndu útróðrarbátar úr øllum landinum til Havnar, har teir blokeraðu fyri samferðslu og inn- og útflutningi í fleiri dagar.

 

 

Tríggir teir fremstu bátarnir á myndini eru úr Norðoyggjum. Fremsti báturin, sum er í ferð við at leggja at, er Skorðhamar hjá Jógvan Højgaard, og aftaná honum koma Nestangi og Brattanes. Nógv er broytt, tí eitt slíkt verkfall hevði verið óhugsandi ídag.

Útróðrarverkfallið endaði við, at Ráfiskagrunnurin varð settur á stovn, sum á ongan hátt kom at tæna útróðrarmonnunum,- heldur beint tvørturímóti. Ráfiskagrunnurin skuldi verða ein útjavningargrunnur, sum skuldi tryggja útróðrarmonnum eina javnari úrtøku, men nokkso skjótt komu fiskasløg sum toskur og hýsa, sum útróðrarbátarir fiskaðu, at rinda inn í grunnin, meðan trolararnir, sum t.d. fiskaðu upsa og kongafisk, fingu ískoyti úr grunninum. Landið lat eisini grunninum eitt trivaligt ískoyti á hvørjum ári, sum at enda var medvirkandi til at kollrenna alt samfelagið fyrst í 1990 unum.

Hetta var um somu tíð í 1975, tá eg saman við nógvum øðrum gekk til endaliga próvtøku á Studentaskúlanum í Hoydølum. Útróðrarmenninir blokeraðu eisini Oyggjarvegin, og onkuntíð stóð nógv á hjá summum at kunna møta rættstundis til próvtøku, sum eitt nú vóru farin til Klaksvíkar at halda vikuskifti. Óli Jákup Dragaberg lænti mær myndina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Malena (Lena) Regina Joensen 100 ár
KÍ-NSÍ er umbýttur til NSÍ-KÍ
Frøði hesa ferð
Vøllurin verður kanska ikki klárur til K…
Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiligari kon…
Norðlýsið á gøtuni
U18 lands­lið­ini í sandflogbólti í eldin…
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…
Vónin samtakið er í vøkstri
Burturkastkunngerðin er longur burtur nú…
Joan Kannuberg sett sum einalærari í Hús…
Tá Jøkul varð sjósettur
Greining: Útlendsku starvs­fólk­ini stóran…
Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. juni