Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dagtilhaldið Sóljan eitt virkið tilboð

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  13.06.2024 - 13:00 Myndarøð Tíðindi

Dagtilhaldið Sóljan er dagliga karmur um innihaldsrík tilboð, sum stuðla undir møguleikanum hjá eldri at vera virkin. Dagtilhaldið er fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, og er sera væl vitjað.

 

Opið er mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 13.00 til 16.00.

Fríggjadag er tilboðið visiterað frá kl. 11 til 15. Tað merkir, at starvsfólk hjá NBH gera eina meting av, um hetta tilboðið er serliga væl egna til tørvin hjá einum ávísum borgara. Tað merkir sostatt, at Dagtilhaldið Sóljan er eitt samansett tilboð, ið bæði er opið og visiterað.

Virksemið í dagtilhaldinum verður skipað í tøttum samstarvi við tey, sum koma, so dagarnir kunnu verða fjølbroyttir, men tað er onki at ivast í, at tað serliga er felagssangur, binding og borðspøl sum popp og lættar fimleika rørslur, sum vanliga mynda dagsskránna.

Nakrar ferðir um árið verður eisini skipað fyri útferðum, har øll, sum hava dagliga gongd í dagtilhaldinum, hava møguleika at luttaka.

 

Dagtilboðið í menning

Ymiskar tillagingar hava verið gjøgnum árini. Høvuðsorsøkin er, at tilboðið helst skal nøkta veruliga tørvin, og tí verður tilboðið eisini tillagað eftir ynskjum og tørvunum hjá teimum, sum gera brúk av tilboðnum.

 

Døgurðaskipan

Umframt at tað altíð verður bjóðað ein drekkamunnur, so hevur tað í eina tíð eisini verið møguligt at melda seg til eina døgurðaskipan, sum er kl. 12.00 mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag. Døgurðaskipanin er eitt visiterað tilboð, og plássið er avmarkað. Tí er neyðugt at venda sær til eitt av starvsfólkunum, um ynski er at gera brúk av døgurðaskipanini. Ein máltíð kostar 70 kr.

 

Dagtilhald á Kalsoynni 

Í eitt gott ár hava starvsfólkini í dagtilhaldinum eisini skipað fyri dagtilhaldsløtu á Kalsoynni. Hetta tilboðið verður boðið fólkapensjónistum annan mikudag í hvørjum mánaði frá kl. 11:30 til 14:30.

Til ber at lesa um fleiri tilboð og tænastur hjá Norðoya Bú – og Heimatænastu á www.nbh.fo 
 
 
 
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Eg fari hagar, vindurin førir meg
Brúkiligur fiski­skapur eftir gulllaksi
Julianna Matras og Mathea Jensen fara úr…
Hedegaard
Kongshjúnavitjan á sumri 2025
Gudny og børn spæla sjáldsama konsert
Endur­nýtslan stongd fram til 1. juli
Nýggjur varaleiðari í Nema handlinum í K…
USS New Hampshire í Nólsoyarfjørð
Ongin keta er sterkari enn veikasta liði…
Esmar Martin ársins fyrsta pisa á Tøknib…
Borgar­stjó­rin takkaði Vagn Foldbo fráfar…
Seinasta leikritið í hesum umfari
Farið er undir at fyrireika yvirtøku av…
Jarðhiti og Bora leggja saman í eitt fel…
Frændur á Tórsfest 2024
Amerikanskt HC-130J flogfar til Føroya
Latif fingið leikbann fyri at feira sigu…
Ein ófantalig órógvan!
Livur Skálagarður upp til endamálið?