KÍ vendi 1-0 til 1-2 við 10 leikarum
Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá KÍ vann við Margáir í dag.
Mest umtalaða hending í fyrra hálvleiki var, tá Ahmed Latif fekk sítt seinna gula kort fyri at spæla ov nógv uppá at fáa brotsspark. Hetta seinna gula kortið var eitt, sum mong hildu verða skeivt dømt.
Við 10 leikarum móti 11 var KÍ omaná eins og KÍ var í fyrra hálvleiki, tó uttan at sannføra yvirhøvur meðan liðið hevði 11 leikarar, tí spælið gekk fyri tað mesta seint. Eftir reyða kortið broyttust umstøðurnar sjálvandi nógv. Eitt sindur móti dystargongdini koma EB/Streymur á odda. KÍ svaraði aftur, tá Cedric Yambere javnaði eftir frísparksstøðu. KÍ trýsti og Árni Frederiksberg var tvær ferðir nær við síðstu løtuna. Tað sá út til at enda 1-1, men í síðsta álopinum – júst sum á Skála fyrr í ár - var tað innskifti Jákup N. Vilhelmsen sum kom ígjøgnum í vinstru síðu og sendi væl inn til Cedric, sum skoraði sítt annað mál og harvið sigursmálið. Stór frøði á KÍ-leikarum og áskoðarum, sum aftur hesaferð sluppu við skrekkinum móti einum av lægru liðunum, sum KÍ enn ikki hevur sett stig til móti. Í síðstu sekundunum fekk Jákup N. Vilhelmsen beinleiðis reytt kort fyri at hava givið ein alboga í nærdysti.
Sigurin ger, at KÍ framvegis er seks stig aftanfyri Víking og HB. HB er komandi mótstøðulið hjá KÍ, men tað verður uttan Cedric Yambere, Ahmed Latif og Jákup N. Vilhelmsen, sum allir fingu leikbann í dag. Hetta bleiv sostatt ein sera dýrur sigur hjá KÍ, men KÍ eigur tó stórt rós fyri at megna at vinna við 10 móti 11 í meir enn enn hálvleik, har liðið enntá kom afturum.