Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógv bíligari at skanna fyri prostata í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.06.2024 - 11:46 Tíðindi

Tað kostar 230.000 kr. at skanna 28 menn í Aalborg. Í Klaksvík hevði tað kostað 70.300 kr

 

Margit Stóra hevur svara Árna Skaale, løgtingsmanni. 

Sum Norðlýsið skrivaði fyri tveimum vikum síðani, so skulu 28 menn av landinum og til Aalborg at skannast fyri prostata.

Margit Stóra upplýsir, at tað kostar 230.000 krónur at senda 28 mans til Danmarkar at verða skannaðir fyri prostata, meðan tað hevði kostað 70.300 krónur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.  

Samstundis upplýsir Margit Stóra í ullintum orðingum, at skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ikki verður klárur at taka í nýtslu fyrrenn í september ella oktober í ár.

- Tann nýggi Rolls Royce skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi kann VÆL skanna fyri prostata í morgin. Tað er óneyðugt at bíða til eftir summarfrítíðina. Og allar avtalur eru longu komnar upp á pláss, segði Jóhan Poulsen, serlækni í urologi við Kringvarpið tann 5. juni í ár. 

Í 2022 skipaði Klaksvíkar Sjúkrahús fyri hugnaløtu fyri Jóhan Poulsen í sambandi við at hann hevur 50 ár á baki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í røðu sínari segði Aleksandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi millum annað soleiðis í drúgvari kvøðu til Jóhan. 

- Tú ert ein sonn fyrimynd...Jóhan er altíð væl fyrireikaður og kennir sínar sjúklingar, sum vóru tað hansara egnu børn. Eg havi ofta upplivað, at sjúklingar eru komnir til mín og hava róst Jóhan fyri hansara nærveru og nærlagni. Millum annað havi eg fingið fortalt, at hann ofta setir seg í samband við teir eftir arbeiðstíð fyri at hoyra, hvussu tað gongur og hvussu teir hava tað.  

 

Les svarið her. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Niðri á Toftum verður gravað hugaliga
Nýsetti presturin um kallið
Børn við breki fyri mismuni
Sprelskur rappbólkur á Summar Festivalin
Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar …
Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólt…
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Malena (Lena) Regina Joensen 100 ár
KÍ-NSÍ er umbýttur til NSÍ-KÍ
Frøði hesa ferð
Vøllurin verður kanska ikki klárur til K…
Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiligari kon…
Norðlýsið á gøtuni
U18 lands­lið­ini í sandflogbólti í eldin…
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…