Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: HB-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.06.2024 - 06:14 Ítrottur Tíðindi

Í dag verður avgjørt, um KÍ skal verða inni í meistarastríðnum ella fara endaliga úr.

KÍ er seks stig aftanfyri Víking og HB og eftir hendan dystin hevur KÍ bara ein innanhýsis dyst eftir móti teimum. Tí er hetta síðsta útkall. Eitt tap hjá KÍ ger, at KÍ er endaliga úti av meistrastríðnum 2024, meðan ein sigur ger, at KÍ varðveitir ein møguleika at spæla við um FM í heyst.

Hjá KÍ eru nógvir skaðar og nógv leikbann. Cedric Yambere, Ahmed Latif og Jákup N. Vilhelmsen hava leikbann. Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen, Hallur Hansson, Mads Bo Mikkelsen, Jonn Johannessen og Jóhan Josephsen eru skaddir. Síðani er ivamál um Patrick Da Silva, Børga Petersen, Albert Ejupi og René S. Joensen, sum allir antin ikki spældu ella fór út seinast. Alexander Berntsson hevur fingið síni loyvið uppá pláss nú, men hevur ikki spælt dyst í meir enn hálvt ár, so ivasamt er, um hann kann byrja ella spæla heilan dyst. Onkrir av hesum síðstu nevndu væntast at spæla frá byrjan.

Hjá HB eru Bartal Wardum og Emmanuel Duah skaddir, meðan Magnus Holm Jacobsen neyvan heldur er klárur til størri leiklut enn sum innskiftari.

Dysturin í Gundadali byrjar kl. 17.00. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gráspurvu­rin dámar væl har fólkið býr
Verk eftir Simonu Eivinsdóttir á pall í…
Bryggjaratreff í Klaksvík
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nú er føroyskt á Google Translate
Rynkurnar farnar
“Ung í arbeiði” gera klárt til Team Rynk…
Býráðsfundur í dag
RynkebyFerðin til París byrjar í dag
Almanna­verkið harmast íkomnu støðuna við…
Niðri á Toftum verður gravað hugaliga
Nýsetti presturin um kallið
Børn við breki fyri mismuni
Sprelskur rappbólkur á Summar Festivalin
Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar …
Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólt…
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum