Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mike í stýrhúsinum á snøgga bátinum | Mynd: Jóhann Lützen

Víðagitni rannsóknarfararin í Klaksvík av tilvild

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2024 - 14:00 Mentan Tíðindi

Við Langukai í Klaksvík liggur seglskipið hjá beraranum av olympisku flammuni, Mike Horn, ið skal festa í í Paris um nakrar dagar. Hann kemur úr Grønlandi og skuldi til Keypmannahavnar, men veðrið førdi hann til Føroya og til Klaksvíkar. Hann flýgur so til Paris, men báturin verður eftir í Føroyum, til Mike kemur aftur. Tí hann kemur aftur. Mike er heilt bergtikin av Føroyum og vil hava døtur sínar við at vísa teimum landið. Norðlýsið fekk orðið á hann, og prátið kom inn á ævintýraralívið, heimspeki, rannsóknarferðir og lívið

 

 

– “Harðar tíðir skapa sterkari menniskju. Tá ið fólk ikki hava nóg mikið av peningi, ikki nóg mikið av mati, hava ringt veður og annars torførar liviumstøður, so eru tey noydd at fara út; tey eru noydd at hava góða sjálvdisciplin. Tann disciplinin ger okkum til sterkari menniskju. Hava vit hana ikki, so enda vit ofta sum bundin av øðrum fólkum”, heldur Mike Horn, ævintýrafari.

– “Eg havi ongantíð valt lættasta mátan at gera nakað uppá. Um tað er ov lætt, so er tað vanliga ikki vert at gera í heila tikið. Eg vil heldur miseydnast við at gera okkurt, sum er trupult, enn eydnast við at gera okkurt lætt. Til dømis fór eg eina ferð runt um pólkringin púra einsamallur. Tað tók mær 2 ár og 3 mánaðir. Eg sigldi til Grønlands, og har gekk eg og stóð á skíð. Eg fór ígjøgnum Grønland, Canada, Alaska, yvir um Beringsstrætið og gjøgnum Sibiria og aftur. Tú heldur teg vita, hvat er neyðugt fyri at klára tað, men tú ánar tað ikki fyrrenn aftaná – og eg havi veit framvegis ikki, hvat skal til fyri at gera tað eina ferð afturat”, ljóðar tað áhugavert frá Mike.

– “Eg sigi teimum ungu, at tey ikki skulu vera bangin fyri tí, tey ikki vita nakað um enn. Tí tey skulu nokk síggja hættir at loysa trupulleikarnar, tá teir koma. Menniskju vilja so gjarna vita alt og stýra øllum, men tað kann man bara, um man aldrin fer heimanífrá. Tú mást liva í løtuni, tá trupulleikarnir uppstanda, og koma við loysnini tá. Eg veit, at eg fari at doyggja, og tað vita øll. Vit hava í miðal umleið 30.000 dagar at liva í. Helvtina av tíðini sova vit. Fyrstu sjey árini taka foreldrini sær av tær. Og tá tú verður gamal/gomul, er aftur onkur har at taka sær av tær. So hvussu mangar dagar liva vit sjálvstøðugt? Ikki nógvar. Møguliga 10.000”, hugleiðir Mike Horn.

– “Teir dagarnar hava vit at gera okkurt, sum vit elska, hjálpa heiminum og forvinna pening og á tann hátt økja vit um virðið av okkara lívi. Hetta er heimspekin aftanfyri, hví eg ikki geri tað, sum er lættast, men tað, sum er mest áhugavert. Vit eiga at brúka okkara talent á bestan hátt. Ert tú ein dugnaligur listamálari, verkfrøðingur, kirurgur, fiskimaður ella hvat tað skal vera, so skalt tú royna at vera so serstakur/serstøk sum gjørligt og ikki royna at líkjast øðrum. Eg eri góður til at yvirliva. Tí geri eg tað, sum eg geri”, sigur Mike hugfarsliga.

– “Beiggi mín er kanska ikki so góður til yvirlivilsi í náttúruni, men hann er dugnaligur til roknskap. Eg eri avgjørt ikki góður til roknskap. Tí fáist eg við náttúruna og hann við tøl. Tá vit dyrka okkara talent og tað, vit eru góð til, so vaksa vit sum menniskju”, leggur hann afturat.

23. juni fer Mike víðari til Paris og skal bera olympiska eldin. Hann ætlaði ikki til Føroya, men at sigla til Keypmannahavn og fara víðari haðani og til Fraklands at bera tiltiknu flammuna. Men hann kemur aftur til Føroya eftir bátinum, og fer tá at sigla kring oyggjarnar, læra vanarnar hjá lokalu føroyingunum at kenna, tosa við fiskimenn, hyggja at hvussu teir arbeiða, og læra hvørja vitan føroyingar hava, og hvussu vit yvirliva í hesum umhvørvinum. Vit geva Mike orðið aftur:

– “Eg haldi tað er stórur heiður at bera olympiska logan, ikki minst tá tað er fyri ítróttin. Ítróttur er helst tað einasta, sum veruliga sameinir fólk. Ítróttur snýr seg ikki um pening, men at kappast, og ítróttarfólkini umboða ikki bert seg sjálvi, men sanniliga eisini síni lond. Vit sluppu ikki at luttaka, tá Suðurafrika var boykottað; eg var ítróttarmaður, sum ongantíð slapp at kappast móti ítróttarfólkum =ur øðrum londum. Tí er tað ein eyka stórur heiður fyri meg at bera olympiska logan, nú vit 40 ár seinni búgva í eini meira sameindari verð”, sigur Mike.

 – “Eg taki døturnar við, tá eg komi aftur til Føroya. Føroyar eru mítt næsta rannsóknar-ferðamál. Vakurleikin við Føroyum er vindurin, regnið og hørðu náttúruumstøðurnar. Sól kann man altíð finna. Tað er ikki sólina, vit koma fyri”, sigur Mike Horn, sum við sær á ferðini hevur tveir ungar mans í manningini, annar 25-ára gamal og hin einans 18, skjótt 19. – “Eg eri gamli maðurin, sum bara gevur ordrar, meðan teir akta”, skemtar Mike. Annar av hinum er lesandi og er at kalla í praktikk hjá Mike. Hann hevði ongantíð siglt fyrr, men lærdi sera skjótt at yvirliva, tí hann er so næmur, sigur Mike eisini, og leggur afturat, at teir hava upplivað at verið innifrystir í ísinum við Grønland saman.

Hetta er sostatt ikki tað seinasta, vit síggja til Mike Horn, og tá ein tílíkur ævintýrari er bergtikin av lítlu Føroyum, so er tað sanniliga nakað, vit føroyingar kunnu vera ernir av. Tí Mike Horn veit betur enn nakar annar, hvat hann tosar um, tá tað kemur til bergtakandi partar av klótuni.

Vit síggja fram til at hoyra munandi meira frá Mike Horn. 

....

 

Stutt um Mike Horn

Michael “Mike” Horn varð føddur 16. juli í 1966 í Johannesburg í Suðurafrika. Hann býr í dag í Château d'Œx í Schweiz. Hann gjørdist heimskendur, tá hann í 2001 fór Jørðina runt eftir Ekvator uttan at nýta motordrivið akfar. Í 2004 var kom hann á mál við sínum 2 ára og 6 mánaða langa túri kring arktiska polarsirkulin, og saman við norðmanninum Børge Ousland eru teir teir einastu, sum eru komnir til Norðurpólin uttan motorakfar ella hundar til Norðurpólin um veturin, tá tað er myrkt døgnið runt. Hann hevur eisini gingið/skíðað tvørtur um Antarktis, eitt strekki upp á 5.100 kilometrar, upp á einans 57 dagar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gráspurvu­rin dámar væl har fólkið býr
Verk eftir Simonu Eivinsdóttir á pall í…
Bryggjaratreff í Klaksvík
Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov n…
Nú er føroyskt á Google Translate
Rynkurnar farnar
“Ung í arbeiði” gera klárt til Team Rynk…
Býráðsfundur í dag
RynkebyFerðin til París byrjar í dag
Almanna­verkið harmast íkomnu støðuna við…
Niðri á Toftum verður gravað hugaliga
Nýsetti presturin um kallið
Børn við breki fyri mismuni
Sprelskur rappbólkur á Summar Festivalin
Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar …
Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólt…
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum