Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vunnið flestar sigrar í yvirtíðini

SKRIVAÐ: KÍ fjeppari  |  02.07.2024 - 09:38 Ítrottur Lesarabrøv

KÍ má metast at hava eitt serligt mótstøðuføri og vinnaravilja, tí higartil í ár hevur KÍ vunnið 5 dystir, eftir at liðið fyrst hevur verið aftanfyri - 3 av hesum dystum eru ímóti topp-5 liðum og 2 ímóti botn-5 liðum.

 

Tá Alex Ferguson var venjari hjá Man United, var liðið so kent fyri at skora sigursmál í yvirtíðini, at extra-time hjá teimum fekk navnið “fergie-time”.

Í ár sær út til, at KÍ hevur fingið líknandi eyðkenni, tí uttan mun til, hvussu væl ella illa spælið gongur, ella hvussu lítil tíð er eftir av dystinum, so gevast KÍ-leilararniir ongantíð at stríðast heilt til síðsta sekund.

 


Mentalar kempur

Jürgen Klopp kallaði viðhvørt sítt Liverpool lið fyri “mentality monsters” (mentalar kempur, ið aldri góvu upp).

Nakað somu kenslu fær ein av KÍ í ár, tí higartil í ár hava teir verið aftanfyri í hesum 5 dystunum, men kortini vunnið teir allar - summar av teimum í yvirtíðini:

 


3. umfar: KÍ 3-2 NSÍ

(Vóru aftanfyri 0-2)

 


4. umfar: Skála 1-2 KÍ

(Vóru aftanfyri og skoraðu sigursmálið í 94’)

 


9. umfar: KÍ 2-1 Víkingur

(Vóru aftanfyri og skoraðu sigursmálið í 87’)

 


13. umfar: EB/Streymur 1-2 KÍ

(Vóru aftanfyri við 10 monnum og skoraðu sigursmálið í 95’)

 

15. umfar: NSÍ 1-2 KÍ

(Vóru aftanfyri og skoraðu sigursmálið í 95’)

 


B36 og Magne Hoseth

til Klaksvíkar hóskvøldið

Nú hóskvøldið verður ein sera spennandi dystur við Djúpumýru.

KÍ-venjarin í fjør, Magne Hoseth kemur tá til Klaksvíkar við B36, sum hann nú er venjari hjá.

Samstundis møtast liðini framman fyri KÍ at stigatalvuni, Víkingur og HB, og tí kann KÍ við sigri hóskvøldið nærkast øðrum ella báðum teirra.

B36-stuðlar loma helst væl mannaðir norður hóskvøldið, so nú ræður um at standa saman um KÍ kring vøllin, so okkara menn hóskvøldið veruliga føla seg bakkaðar upp.

 

KOYR Á KÍ !!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiska á ymiskum leiðum
Norðlýsið nú á Stoksoyra
Ovasta hæddin á Dávavirki­num til leigu
Nú vita vit hvussu nógvum serlæknum tørv…
Summarlegan manglar nakrar hendur aftura…
Nevndin skipað seg
Upptakt: KÍ-B36
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…
Prógvhandan – Klaksvíkar HF skeið
Lea O. Højsted nýtt met í 100 m bringu
Gadus siglir heim
Framrættaður leikari til KÍ
Botnbrak í Klaksvík í kvøld
Tilbúgvingin eigur at verða styrkt
Statt ikki eftir á kaiini – bílegg pla…
Telja hval á sjeynda sinni
Ellinor og sluppirnar
Formula fingið herðaklapp fyri sítt avri…
Kular Røtur & Smíl á Norð Festivali­num 3…