Lýsing
Lýsing
Lýsing
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, ætlar at koyra Mildrid á Lógv til hús. Men enn hevur hon onki ætlanarskriv fingið um orsøkina. | Mynd: Davur Winther

Hópuppsøgn frá starvsfólkum orsøk til frákoyring

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.07.2024 - 14:40 Tíðindi

Enn hevur Mildrid á Lógv onki ætlanarskriv fingið um uppsøgn, men orsøkin til uppsøgnina framgongur av innliti í samskifti millum advokatin fyri Mildrid og Sirið Stenberg.

 

 

Higartil er ongin almenn upplýsing komin um orsakirnar til, at Mildrid á Lógv bleiv koyrd til hús tann 1. mai 2024. Men í innliti í samskifti millum advokatin hjá Mildrid og landsstýriskvinnuna í almannamálum eru greiðar ábendingar um orsøkina. Í teldupostinum, sendur í dag, heitir advokaturin hjá Mildrid á Lógv á Sirið Stenberg um at steðga Edvardi Heen, stjóra í Almannaverkinum, í síni framferð mótvegis frákoyrda leiðaranum á Skálagarði.

Longu á heystið 2023 mælti ein konsulentur leiðsluni í Almannaverkinum til at koyra Mildrid á Lógv frá sum leiðara á Skálagarði. Tað bleiv ikki gjørt, men í staðin søgdu 7 starvsfólk seg úr størvum sínum í tíðarskeiðnum frá januar til mars í ár. Tað tykist vera veruliga orsøkin til frákoyringina. 

 

Mátti velja ímillum at fara sjálv ella blíva koyrd

Í skrivliga samskiftinum sæst, at Mildrid á Lógv tann 1. mai 2024 fær tvinnir kostir í at velja, sum báðir innibera, at hon fer úr starvi sínum. Antin skrivar hon undir eina fráfaringaravtalu innan 24 tímar. Ella blívur hon uppsøgd.

Mildrid sýtti fyri at skriva undir fráfaringaravtalu, men nú tveir mánaðir seinni hevur hon framvegis onki ætlanarskriv um uppsøgn fingið. Í hesi vikuni var aftur fundur partanna millum, har leiðslan í Almannaverkinum endurtók ætlanina um at siga Mildrid úr starvi sínum, men enn hevur hon onki formligt ætlanarskriv fingið við grundgevingunum.

 

Konsulentur mælti til uppsøgn av leiðara

Í oktober 2023 mælti ein uttanhýsis konsulentur hjá Almannaverkinum leiðsluni til at avvikla Mildrid á Lógv sum leiðara á Skálagarði. Hetta ynskti eindarleiðarin Elin Danielsen tó ikki at gera. Í staðin heitti hon á aðrar starvsfelagar hjá Mildrid í leiðslutoyminum at stuðla henni, soleiðis at hon kundi megna at leiða Skálagarð framhaldandi.

 

Hópur av starvsfólkum siga upp

Í samskiftinum sæst, at 7 starvsfólk á Skálagarði søgdu seg úr starvi pr. 1. januar, 1. februar ella 1. mars 2024. Av tí at tað er rættiliga óvanligt, at so nógv starvsfólk siga seg úr starvi í senn, valdi HR-deildin í Almannaverkinum at bjóða hesum starvsfólkum fráfaringarsamrøðu.

Bakgrundin fyri at koyra Mildrid á Lógv til hús tann 1. mai 2024 er soleiðis samrøður við 4 av teimum 7 starvsfólkunum, ið hava sagt seg úr starvi. Men enn hevur Mildrid altso ikki fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
(Video) Árni Frederiksberg: Tað sær betr…
Hetta er skrásetti KÍ-hópurin hjá UEFA t…
Facebookuppsløg hjá Mildrid orsøk til up…
Raðfestið arbeiðið við marknaðaratgongd
Málninga­framsýning á laksatorginum
BEINLEIĐIS - EM studio í Betri Banka
(Dagført) Hópurin hjá Differdange 03 er…
Steinbjørn O. Jacobsen 40 ára starvsdag…
Karolina Ejlersdóttir Sørensen leiðari í…
FarGen søknast eftir teimum eldru
Ovasta hæddin á Dávavirki­num til leigu
Føroyar til próvtøku hjá ST um menniskja…
Summarkvøld við Toftavatn
Myndir: Tað merkist at Champions League…
Søgan um Hank Williams nr 4
ADHD kafé í Klaksvík
Espen Haug og Mads Kleiv vóru í Luksembo…
FRITS – Fjøllini, fjørðurin og innasta h…
Páll Fangi vann á eystanstevnu
Tofta skúli fær nútímans stovu til alis-…