Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Smátturnar í Vági

Vágsbygd, mín heimbygd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.07.2024 - 08:10 Leiðarin Mentan Vinna

Kvøða til Vág

 

Týsdagin varð tjekkað inn í Smátturnar í Vági, sum tað eitur á nútíðarmáli. Skuldi nýta nakrar góðar feriudagar saman við familjuni í vøkru náttúruni sunnanfyri. Gandaorðið er nærvera og at vera til í núinum saman við familjuni, hetta eru løtur av gulli, fótbóltur og garst í Marghøllini, 50 metra hylur og uttandura hitapottur í Páls Høll, útferð til Ryskivatn, tilboðini tróta ikki.

Nakað av gongutúrum er komið á loggin. Túrurin vestur á Eiði ella Vágseiði gevur frið at sansa vakurleikan kring ein og eisini frið til djúphugsni. At standa og hyggja oman gjøgnum Kleivina og ímynda sær útróðrarmenninar draga bátarnar oman og niðan, ja tá fánar stríggi hjá einum sjálvum í dag við kalendara-dupultbookingum í outlookinum, tvørrandi miðlastuðli og hvør nú skuldi smyrja matpakkan hjá yngsta. 

Frá fyrndartíð hava Føroyar havt 2 vágsbygdir. Norðuri í Vági, ið er núverandi Klaksvík, og suðuri í Vági, sum enn eitur Vágur. Spurningurin er, um tað ikki átti at latið seg gjørt at havt vinarbýarsamstarv millum hesar báðar vágsbygdir, hóast tær liggja í sama landi.

Søguliga hava fólk búsett seg við vágir, tí tær vóru veðurgóðar, umgirdar av fjøllum, ið tóku vindin á seg, tætt við sjógvin og harvið góðar útróðrarmøguleikar. Ongin veit við vissu, júst nær Vágur varð grundløgd sum búseting, men í 1350 verður bygdin nevnd í Hundabrævinum, ið veit at siga, at fleiri hundaeigarar eru í Vági. Talan hevur ikki verið um nakra stóra bygd, tí í 1584, tá vit fáa Jarðarbókina, búgva einans 17 fólk í Vági.

Kortini hevur Vágur fleiri ferðir víst seg at vera slóðbrótandi. Í 1538 var fyrsta luthersk-evangeliska prædikan í Føroyum yvirhøvur hildin í Vágs Kirkju. Sagt hevur verið um suðuroyingar, at teir altíð vóru skeptiskir mótvegis katolisismuni, tá ið kristindómurin varð innførdur við svørði í ár 999. Møguliga sóu vágbingar Trúbótina sum eitt gott høvi at sleppa av við katólskt vald og løgdu tí kirkju til.

Í tjóðskaparhøpi skarar Vágur eisini framúr, og her síggja vit eisini eitt gott samband millum báðar bygdirnar við Vág-navninum. Nólsoyar-Páll, sum fyrst í 1800-talinum festi Biskupsstøðgarðin beint við fornu bygdina Norðuri í Vági og fann sær konu har, fór suður til Vágs at byggja fyrsta veruliga føroyska skipið, ið kundi ferðast tvørtur um hav. Tað var á Fløtuni Fríðu í Vági, og skipið fekk sum øllum navnið Royndin Fríða. Kjakast hevur verið um, hvørt ð skal standa í navninum, ella um Nólsoyar-Páll við navninum hevur meint ”free enterprise”; í so fall skal tað ikki vera har. Men tað kjakið lata vit liggja í hesum umfari.

Tað var saman við einum vágbingi og einum porkeningi, at Nólsoyar-Páll læt skipið byggja; ávikavist Jákup í Toftum og Per í Gjørðum. Hetta ber boð um, at frælsisneistin hevur verið sterkur í Vági, og Vágur verður eisini (saman við Tvøroyri) ein av týdningarmestu havnunum í landinum, tá føroyskur fiskiskapur undir Íslandi og Grønlandi tekur seg upp av álvara í 1870’unum, og er tað framvegis, tá Jákup í Lopra velur sær Vág at byggja Polarfrost í í 1977, og ger Vág til heimstarv fyri Polarborg 1 og 2 og hinum skipunum við -borg. Vágur er av sonnum ein býur við áræði og virkisfýsni.

Í nýggjari tíð hava báðar fornu vágsbygdirnar upplivað ein sterkan kappingarneyta í Tórshavn, sum tíverri ofta tekur hugskot og initiativ frá smærru plássunum og roynir at draga unga fólkið til sín við at kopiera tey. Glasir hevur ikki færri enn 4 ferðir roynt at upprætta Tøknibreyt í Havn; eitt annars vælvirkandi tilboð í Klaksvík. Somuleiðis lógu røddir í Havn framvið at gera eina dupultfunktión av kokkaútbúgvingini. Lukkutíð hevur tað ikki eydnast teimum.

Vágbingar mugu hava følt tað á sama hátt, eftir at Pál Joensen og SuSvim gjørdu alla tjóðina stolta úti í heimi og Vágsbygd kvitteraði við at lata Páls Høll við 50-metra svimjihyli byggja. Tað hevði verið bæði upplagt og sjálvsagt, at Oyggjaleikirnir í 2027 løgdu svimji-disiplinirnar í Vági og í Páls Høll. Men beinanvegin var Havnin har og vildi gera ein eyka hyl í Gundadali, og nú er ivasamt, um Suðuroyggin fær nakran sum helst part av leikunum. Og stríðið um at gera eyka heilsuskúla til havnarfólk við skerdum førleikum at flyta seg talar eisini fyri seg.

Týsdagur bleiv til Fríggjadag og nú er plássbillett bíløgd til Smyril, men nú stundar til, at tunnil til Suðuroynna langt um leingi fer at koma. Hann má og skal koma! Vónin er, at sambandið og samstarvið millum norðasta og sunnasta býin í landinum, ja, millum fornu vágsbygdirnar báðar, fer at styrkna og batna. Og hví ikki sum vinarbýarsamstarv?

 

Mynd: Smátturnar í Vági

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borac Banja Luka fær sínar lands­kappinga…
Søgan um Hank Williams 7:8
KÍ kvinnur vunnu á Skála kvinnum
KÍ vann sannfør­andi í Sørvági
Væl eydnaður Garðdagur
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Tjaldpláss verður mitt á festivaløkinum
Tórur Fløtt silvur í norð­urlandameistara…
Felagið vitjar í Klaksvík
2. pláss kann fáa týdning hjá KÍ
Í morgin byrjar lands­kappingin aftur hjá…
Ísrael – verjugarður Evropa
Beinir á Smukfest
Hans Jacob Hjelm á Summar Festival
Veðrið um vikuskiftið
Garðdagur úti í Grøv
Árantstovuættin hittist
Stjóraskifti í Uttanríkis­tænastuni
Brandar og Ester Skála á Norð Festivalin…
Minningarorð um Jógvan Sundstein