Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen, løgmaður | Mynd: kvf.fo

Løgmaður ger upp við seg sjálvan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.07.2024 - 13:46 Leiðarin Politikkur

Maðurin sum innførdi blokkpolitikkin heldur nú, at blokkpolitikkurin skal avskaffast. Færri útlendingar skulu inn í landið, segði Aksel V. Johannesen

 

Eins og vit skrivaðu í upptaktini, so helt løgmaður lágan profil í mun til vallyftini og samgonguskjalið. Løgmaður tosaði mest um hvat skuldi gerast og hann heitti á andstøðuna um verða við í langtíðarsemjum. Løgmaður samanbar sítt framtíðar ynski um føroyskan politikk við ólavsøkukórið, har øll syngja við. 

 

Blokkpolitikkurin í søguna

Aksel V. Johannsen segði í løgmansrøðu sínari í dag at blokkpolitikkurin skal í søguna. Seinastu valskeiðini hava vit uppliva at vinstra- og miðstaðarflokkarnir (CEF) eru savnaðir í einum blokki mótvegis høgra- og bygdaflokkunum (ABH) í einum blokki. Vit hava sæð at blokkarnir hava skift um at havt stjórnarvaldið nakrar ferðir. 

Tað var júst Aksel V. Johannsen, ið byrjaði hendan trendin tá hann útilokaði samstarv millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Men hetta verður nú broytt, tí í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at blokkpolitikkurin skal avskaffast og at Javnaðarflokkurin var sinnaður at førka seg.  

Tað verður áhugavert at síggja hvussu andstøðan tekur ímóti útstrektu hondini

 

Færri útlendingar inn í landið

Vit mugu ikki taka fleiri útlendingar inn, enn hvat føroyska samfelagið megnar. Vit skulu taka væl ímóti útlendingum, sum koma higar, men vit síggja at dagstovna- og fólkaskúlaøkið kemur undir trýst, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni. 

Ólavsøkurøða løgmans kemur til viðgerð í løgtinginum hósdagin 1. august

 

Løglistin kann lesast her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Fer lands­kassin fyri bakka?
Stjørnan og Team Klaksvík á útivølli í d…
Safir og Smaragd gjørt góðan túr
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…
KÍ-kvinnur­nar taptu báðar dystirnar í Ch…
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum; SÍ v…
Vunnu stig móti Norð­urmakedónia
Í dag byrjar Nations League
MENTAN­ARDAGAR í Fuglafirði
Send okkum uppskot til framløgur til ráð…
Pelagos tikið móti fyrstu lastini í Koll…
Rokan í fjøruni í C
Hækkað rentustøðið ávirkar hálvársúrslit…
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjó…