Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Janus Hansen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.08.2024 - 14:30 Tíðindi Veðrið

Nakað av vindi hevur verið seinastu vikuna, og í løtum heilt fitt av vindi eisini. Í dag hevur tað ikki verið nakað undantak í so máta, tó at vit ikki hava havt grimdarregn men heldur ælaveður.

Orsøkin er eitt lágtrýst nakað vestan fyri Føroyar. Tað hevur givið okkum eitt luftrák av útsynningi og regn ella ælaveður. Eftirsum tað ikki hevur flutt seg nakað serligt, er veðrið ikki broytt stórvegis síðan seinasta vikuskifti.

Tað fer heldur ikki at broytast tað stóra næstu dagarnar. Lágtrýstið liggur har enn, og tá ið tað fer sín veg norðureftir, fer eitt annað at leggja seg í tess stað. Tí kunnu vit rokna við, at veðrið næstu 5 dagarnar fer at líkjast veðrinum í dag.

Veðrið í vikuskiftinum í tølum:

Restina av degnum í dag eru 8 til 13 m/s av útsynningi, onkra løtu 15 m/s. Loftið er samdrigið, og tað regnar ella er ælaveður. Í kvøld minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s, og tað verður klárari og yvirhøvur turt. Hitin í dag millum 9 og 14 stig.

Í nátt og fyrrapartin í morgin 8 til 13 m/s av útsynningi, hálvskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s, í støðum upp í 13 m/s, skýloftið skiftandi og ælaveður restina av degnum. Í løtum er stutt millum ælini; aðrar løtur nakað longri. Hitin í morgin sum í dag, 9 til 13 stig.

Sunnudagin 3 til 8 m/s av vestri, tó í støðum upp í 10 m/s, og aftur skiftandi skýloft við ælaveðri. Um náttina minkandi niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hitin 9 til 14 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…
Myndarøð U21: Føroyar taptu 4-0 ímóti gr…
Roynið nýggja Mjølnir búnan
Fíggjarstøðan
John Høj talar á møtinum í Betesda mikuk…