Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rúna, Eliana og Maria vunnu køkukappingina á Sjómannadegnum 2024

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  19.08.2024 - 10:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á Sjómannadegnum 2024 vunnu Rúna Jógvansdóttir Hansen, Eliana Svøðstein og Maria Joensen heiðurslønir í køkukappingini fyri ávikavist besta smakk, besta teknik og besta kreativitet. Kappingin var á høgum støði, og serligur dentur varð lagdur á smakk, útsjónd og handverksligar førleikar. Tað krevur bæði tíð, orku og pening at luttaka, og hóast avbjóðingar við tilfari og transporti, var úrslitið nakrar avbera flottar og vælsmakkandi køkur.

 

 

 

 

 

Ein umboðan av føroysku mentanini

At gera nógvar og vælsmakkandi køkur til ein føðingardag er ein inngrógvin mentan hjá føroyingum, og tá eg var undir útbúgving í Danmark, vóru danir, sum vóru spentir at sleppa í føroyskan føðingardag, tí tey høvdu hoyrt um tey villu kakuborðini.

 

Køkukappingin á sjómannadegnum ímyndar føroysku køkumentanina, og tað eru vit mong, ið eru fegin um.

 

Skiftandi luttøka

Luttøkan til køkukappingina á Sjómannadegnum hevur verið skiftandi. Tað er væl skilligt, tí tað krevur helst munandi meiri at luttaka, enn fólk flest geva sær far um.

 

Í ár komu fimm køkur inn. Í fjør komu 11 køkur inn, og onkuntíð hava tað verið enn fleiri køkur, eins og tað eisini okkurt árið hava verið færri enn fimm køkur. Tað er sjálvsagt stuttligast at kappast, tá nógv er at kappast um. Men tað kann eisini vera ein avbjóðing hjá dómarunum, tá nógvar køkur eru at døma ímillum. Smakkleykirnir kunnu jú finna uppá at siga “nú er nokk”, tá ein viss mongd av sukri er komið innum. Dómarin skal tí hava evni at smakka nógv, rætt og skjótt av lítlari mongd.

 

Útsjónd og smakkur hvør sítt

Tá tað kemur til kakuna, so ganga útsjónd og smakkur ikki náttúrliga hond í hond, og luttakarin leggur seg allarhelst eftir ávísari kategori, tá farið verið undir at gera eina køku til eina køkukapping. Ein flott kaka smakkar ikki altíð væl, og ein sera vælsmakkandi køka sær mangan ikki út av nøkrum.

 

Og ætlar ein sær at luttaka í køkukappingini, so verður avgerð tikin um tað í seinasta lagi eina til tvær vikur undan sjálvari kappingini. Tað ber ikki til at standa framman fyri stóra pall við einum “skal – skal ikke” í huganum, og so lítla løtu seinni standa sum vinnari av eini køkukapping, eins og tað til dømis ber til við kassastapling ella sjómanstaki. Tað krevur umhugsni og tíð at framleiða eina kaku, serliga um ein hevur í huga at vinna. Tær køkurnar, sum vanliga luttaka í køkukappingini á Sjómannadegnum, hava havt eitt sera høgt støði, og eingin ivi er um – hjá tí, sum er vanur at gera køkur - at tað hevur tikið fleiri dagar at framleiða køkurnar, sum luttóku í ár.

 

Tilfar og kostnaður

Tilfar er altíð ein avbjóðing í Føroyum, og ein skal vera í sera góðari tíð fyri at fáa rætta tilfarið til vega. Eisini spælir eydnan við, um fruktin, ið er at fáa, er búnað ella ikki. Vóru bara grønar bananir at fáa, nú Sjómannadagurin nærkaðist? Vóru perurnar bleytar, saftigar og søtar, ella vóru tær harðar og smakkleysar? Slík kor er luttakarin ikki harri yvir, hóast hesi kunnu vera avgerandi fyri úrslitið. Og ætlar tú eitt nú at brúka glaze, sum er ein sera flottur teknikkur, sum vit síggja meiri og meiri av, so skal sjálv kakan frystast áðrenn glaze’ið verður koyrt á, og síðani skal køkan náa at tiðna, áðrenn dømingina. Harumframt skal pyntið til hesa kaku vera av slíkum slag, at tað ikki bráðnar á køkuni, ímeðan hon tiðnar, tí tað er ov seint at koyra tað á, tá glaze’ið hevur sett seg. Og alt tað smáa pyntið, ið vit síggja omaná og rundanum køkurnar, er oftast nakað, ið er framleitt fleiri dagar frammanundan og í nógv størri nøgdum, enn brúkast skal. Neyðugt er at gera nokk, soleiðis at til ber at velja tað vakrasta burturúr. Hetta inniber aloftast eisini fleiri miseydnaðar royndir. Eitt nú sukurglas, sum var á køkuni hjá Elianu, er ein teknikkur, ið skal handfarast heilt neyvt í mun til tíð og hita. Her tosa vit um sekund og/ella eitt ella tvey stig, so er alt spilt, og má gerast umaftur.

 

Peningaligi kostnaðurin spælir eisini ein stóran leiklut. Tær flestu køkurnar kosta á leið 4-600 krónur at framleiða, og taka vit kreativastu køkuna í 2023, so var hetta ein køka, ið kostaði yvir 1000 krónur í tilfari. Tí er tað eisini, at øll, sum luttaka í køkukappingini á Sjómannadegnum, fáa eitt gávukort á 300 krónur frá INN fyri at luttaka.

 

Transportur stór avbjóðing

Tá kakan endiliga er liðug, er kanska tann torførasti parturin eftir: flutningurin! Hetta er ein óalmindiliga stressandi løta, tí lítið skal til, áðrenn øll køkan fer fyri skeytið, ella at okkurt fær skaða undir ferðini. Tað er ikki altíð so lætt at seta eina køkukappingar-køku inn í ein bil og bara koyra avstað. Hetta var eisini tað, sum hendi hjá Silvurlín, sum var ein av luttakarunum í ár. Silvurlín hevði evnað eina sera vælsmakkandi rullukøku við einum flottum tema við føroysku klæðunum, har nótar av mentan, kyni og javnstøðu spældu væl saman við Sjómannadegnum. Á túrinum hevði køkan tó fingið skaða á síðuna, og hóast handverkið skein heilt væl fram, so er tað altíð harmiligt, at køkan ikki tekur seg so perfekt út, sum man hevur stríðst við. Eg hitti ein fyrrverandi luttakara, ið mangan áður hevur luttikið og eisini vunnið. Eg spurdi sjálvsagt, hví viðkomandi ikki luttók í ár. Svarið lýsir sera væl tað stressið, ið ger seg galdandi, tá køkan skal latast inn. Luttakarin hevði ikki havt mót upp á hetta, tí tað gekk líkasum útyvir alla familjuna, at ein køka skuldi gerast, ansast eftir og koma heilskapað fram, og tað skuldi familjan ikki útsetast fyri aftur í ár.

 

Sum áður, so verður kappast í trimum kategorium, sum eru smakkur, teknikkur og kreativitetur.

 

Besti smakkur

Í ár var tað Rúna Jógvansdóttir Hansen, ið vann heiðurin “besti smakkur”. Hendan køkan hevði ein pistasjubotn, eitt lag við lime curd, eitt lag við perukompot og timian, og síðani eitt lag við peru-moussé við timian. Køkan var síðani pyntað við glaze, sum eisini var smakkað til við timian, og omaná hevði Rúna evnað soppar av marengs og gjørt koral, sum hon brúkti sum pynt saman við einum stelki av timian.

 

Køkan hjá Rúnu var tann fyrsta, sum dómarnir smakkaðu. Kakustykkið var skorið, og allir dómararnir vóru samdir um, at kakan hevði eitt sera flott snitt. Kakustykkið stóð skarpt og løgini sóðust klárt og týðuliga. Men tíverri var kakan enn fryst í botninum, og tað er tað, sum er vandin, tá man brúkar glaze, um kakan ikki fær nóg góða tíð at tiðna. Smakkir vikna eisini, tá tilfarið er fryst. Men hóast hetta, so hevði køkan hjá Rúnu intensar og framstandandi smakkir. Dómararnir dugdu ikki beinanveg at gita og orð sum “jogurt?” og “súrepli?” hoyrdust. Men ikki gekk leingi til ein av dómarunum peilaði seg inn á timian. Semja var tó ikki heilt, um tað smakkaði nóg nógv ella ov lítið av timian, men tó var semja um, at smakkurin (heildin) var fantastiska góður, at glaz’in smakkaði ordiliga væl. Eisini var sagt, at “køkan er elegant”. Rúna hevur áður vunnið fyri besta smakk í 2022.

 

Næst kom køkan hjá Silvurlín. Hetta var ein rullukaka við rabarbukompotti og róma, vaniljukrem og so einum lag við nøtum og marcipani. Kakan var pyntað við fondant, sum ímyndaði føroysk klæði. Onnur helvtin var konufólkatroyggjan og hin helvtin mannfólkatoyggjan.

 

Tað var ikki nógv hjá dómarunum at ivast í, at her var rabarba berandi smakkurin. Onkur helt seg smakka makrónir, sum ikki er heilt løgið, tá talan er um bæði nøtur og marcipan. Eisini var ivi, um talan var um róma ella um moussé. Dómarnir vóru samdir um, at hendan kakan smakkaði heilt væl, men stóð seg tó ikki ímóti fyrstu kakuni. Ein lekkur almindiligur standard smakkur. Eisini hildu dómarnir tað vera kreativt við temanum við føroyskum klæðum og maður/kvinna til Sjómannadagin.

 

Besti teknikkur

Triðja køkan var køkan hjá Elianu Svøðstein, sum í ár vann fyri besta teknikk. Her var ein botnur við sjokolátu og marcipani og fyllan var rómi við skovber og lakresi. Eliana hevði pyntað køkuna við smørkremi við skiftandi farvum, soleiðis at tað sá út sum ringar í vatninum, sum spjaða seg. Síðani var ein skulpturur við sukurglasi omaná, sum gav illusiónina av eini kúlu, sum var slepti niður í hetta vatnið og gav eitt splasj frá sær. Runt um køkuna vóru korallir og skeljar, sum vóru evnaðar til við rubysjokolátu í formum.

“Er alt etandi?” spurdu dómarnir, og ja, alt var etandi. Her er okkurt lakres, hoyrdist skjótt, og ein dómarni nevndi lissir (lakreslissir red.). Her vóru dómararnir mest imponeraðir av avbera flotta sprøjtiarbeiðinum og flotta sukurglasinum, sum var tekniskt sera væl frágingið.

 

Besti kreativitetur

Fjórða kakan vann fyri besta kreativitet, og tað var kakan hjá Mariu Joensen. Hetta var ein kaka, ið var formað sum ein slupp. Maria brúkti fondant og marcipan til at pynta køkuna við. Kakan hevði eitt livandi look. Tað var sum kom sluppin siglandi ímóti tær, og vindurin sást í seglunum. Innan hevði kakan vanligan lagkakubotn, eina mjólkasjokolátu-brownie, karamelliseraðar bananir og jarber-moussé. Tá tað kom til smakking, var beinanvegin nevnt, at her manglaði syra. Smakkurin var ov veikur. Ikki eitt orð varð nevnt um banan, og dómarnir gjørdust ovfarnir, tá teir fingu at vita, at karamelliseraðar bananir vóru í kakuni. Men fyri at vinna fyri kreativitet, so er smakkurin jú ikki avgerandi, so hetta var eingin forðing fyri, at Maria fór avstað við heiðrinum um besta kreativitet.

 

Harriet Jacobsen átti fimtu kakuna. Her var ein ein nøtubotnur niðast, so eitt lag við hvítum sjokoláta-moussé við lakresi, frísk hindber við karamelli og ovast eitt lag við hindber-moussé. Køkan var pyntað við fondant, glaze og ovast eitt lag við jelly-art. Harriet hevði brúkt mong ymisk sløg av teknikki og kakan sá tí eisini sera kreativ út. Men “finish” var ikki eins væl frágingið, sum við køkunum, sum vunnu fyri ávikavist kreativitet og teknikk.

“Lakres” var fyrsti smakkur, ið varð nevndur, tá dómarnir fóru at smakka. “Ordiliga lekkur”, “góð syra”, “massivur nøtubotnur”, “góður konsistensur, “stuttlig samanseting”, “lakresið riggar betri her enn í flestu køkum”, vóru lýsingarnar, ið eg hoyrdi dómararnar nevna. Eisini varð sagt, at køkan hevði helst staðið seg líka væl, bæði í útsjónd og smakki, uttan ovasta lagið við jelly-art. Hendan kakan smakkaði so mikið væl, at neyðugt var at smakka kakuna hjá Rúnu umaftur, fyri at gera av, hvør vinnarin í smakki skuldi vera.

 

Harriet og Rúna hava, sum áður nevnt, vunnið hesa kappingina í smakki tvey tey undanfarnu árini, ávikavist í 2023 og 2022, so hesar damurnar duga sítt kramm, tá tað kemur til smakk, og kappingin er tøtt, má sigast. At kappast við hesar báðar krevur bæði hugflog og evni og vitan.

 

Sum partur av samskipanini av køkukappingini í ár, vil undirritaða takka Føroya Sjómannadegi fyri, at tað aftur í ár var møguligt at kappast um bestu køkurnar. Ætlandi verður køkukapping aftur komandi ár, og vóna vit góða undirtøku tá eisini.

 

 

Sylvia Thomsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…
Myndarøð U21: Føroyar taptu 4-0 ímóti gr…
Roynið nýggja Mjølnir búnan
Fíggjarstøðan
John Høj talar á møtinum í Betesda mikuk…