Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Lyklaleikarar hjá KÍ eru uttan sáttmála um nakrar vikur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.09.2024 - 14:22 Ítrottur Tíðindi

Komandi tíðina skal KÍ helst til at fáa 2025 uppá pláss hjá fleiri leikarum.

Hópsamansetingin hjá KÍ til 2025 er komin nógv styttri enn vanligt um hesa tíðina. Vanliga gera lið nógv fyri, at teir hava sáttmálar, sum ikki nærkast endanum av sáttmálaskeiðnum. Síðstu tíðina hevur liðið spælt dyst 3.-4. hvønn dag, so tað er helst orsøkin til, at einki er hent í summar.

Tað er ongastaðni í nøkrum topp 5 felag, at so nógvir profilar eru uttan sáttmála sum í KÍ. Har kunnu nevnast Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jákup B. Andreasen og Jóannes K. Danielsen. Hetta er ''lokala'' kjarnan í hópinum, tó at Árni ikki er uppvaksin í KÍ. 

Sannlíkt er, at samráðingar verða tiknar upp komandi tíðina, um tær ikki longu eru tað, nú altjóða kappingarnar eru lidnar. Og so vil tíðin vísa, um komið verður á mál, ella um leikararnir hava aðrar ætlanir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni remis í maratontalvi
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn sí…
Sambands­flokku­rin stillar upp til Klaksv…
Kom og fríðka um býin
Óvanligur grindadagur í Klaksvík
Flyglið komið.
Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag
Vísindavøka á ferð á Klaksikar Bókasavni…
Grind liggur á pollinum
Deni Pavlovic fær óvanliga nógv kort í á…
Umkoyringarvegu­rin norð undir Hamri
Vunnu 4-0 á Irak
Tummas Lervig stillar ikki upp aftur
Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
Tilmeldingin til Kvøldskúlan letur upp m…