Lýsing
Lýsing
Sum lús millum tvær negl. Lyftið hjá Framsókn um haldføran búskap er komið í beinleiðis stríð við lyftini hjá hinum báðum samgonguflokkunum, og nú er sambært Ruth Vang komið at mørkum. | Mynd: kvf.fo

Liggur samgonguslit í luftini?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.09.2024 - 08:32 Leiðarin Politikkur

Tá ið Ruth Vang var í Degi og viku mánakvøldið, varð hon spurd, hvussu leingi hon ætlaði at standa modell til tað ógvisliga fíggjarliga óskilið í føroyska landsbúskapinum, har risastór undirskot eru á hvørjum ári hóast hákonjunktur. Ruth Vang svaraði, at hon spyr seg sjálva tað sama hvønn dag, men at hon hevur eina tiltrúgv uppá, at tað fer at bera til at fáa restina av samgonguni við uppá at rætta skútuna. Men tað var alt annað enn sannførandi, tá hon varð spurd um, hvat verður gjørt.

 

 

- Hægri pensiónsaldur og lægri rentustuðul. Tað vóru einastu ítøkiligu boðini uppá átøk, og tey eru ávikavist langt úti í framtíðini og lutfalsliga lítið. Altso kemur Landsstýrið ov seint og ger ov lítlan mun.

Ruth Vang situr í samgongu við tveimum flokkum, sum hava givið sínum veljarum kostnaðarmikil lyfti, og teir eru bara júst komnir í gongd við at íverkseta tey. Fyri framman liggur eitt vallyfti um at stytta arbeiðsvikuna, eitt um nýtt Tjóðleikhús, eitt um nýggjan Suðuroyartunnil og eitt um fleiri bústaðir. Hartil kemur eitt vallyfti um lægri ríkisveiting, og eitt um bíligari gerandisdag ígjøgnum MVG-frítøku av gerandisvørum.

Við øðrum orðum liggja mong vallyfti um nógv hægri útreiðslur og nøkur um lægri inntøkur til landskassan, ið eru lovað, men ikki hildin enn. Hesi koma afturat hægri barsilsútgjald, lønarlyft til ávísar almennar starvsbólkar og skattafrítt orkuískoyti, harav okkurt er nýliga í gildi og tí ikki fær fulla effekt fyrrenn í komandi fíggjarári.

Vit hava sostatt bara sæð toppin av ísfjallinum higartil. Og vit eru eisini farin at síggja størri almenna lántøku og harvið skuld, eins og landskassaveðhald til tunlar, sum øll leiða tankarnar til 1980’ini. 

Beint fyri framman standa so almennu sáttmálasamráðingarnar við Starvsfelagið, sum sjálvandi fara at krevja eina trivaliga lønarhækking, sum í minsta lagi er á hædd við prísvøksturin. Samstundis hoyra vit fiskimálaráðharran tosa um at leggja lægri støddaravmarkingar á fiskivinnu-reiðarí. Partamaðurin hjá Ruth Vang krevur antin Teistan ella nýggja ferju. Kommunupolitikarar í Havn vilja hava ein eyka Heilsuskúla í sínum bakhava. Og so framvegis. Ynskilistarnir eru langir.

Ruth Vang kann heldur ikki spæla fríspæl. Sum forkvinna fyri ein liberalan vinnuflokk eigur hon at vita, at tá vinnumálaráðharrin ella fiskimálaráðharrin við vælsignilsi frá Framsókn fáa økt gjøld løgd á vinnuna – sum vit sóu við tøkugjaldinum – so kann man ikki bara inntøkuføra økta gjaldið á fíggjarlógini. Ein noyðist at leggja upp fyri, at vinnan tillagar seg nýggja veruleikan og m.a. flytur virksemi av landinum. Talan er jú um føroyskt vinnulív, sum er í kapping við útlendskt vinnulív.

Tað átti tí sjálvsagt ikki at komið óvart á fíggjarmálaráðfrúnna, at inntøkurnar frá alivinnuni blivu lægri enn ætlað. Væntanirnar vóru ynskishugsan.

Tað var uttan iva eisini tí, at løgmaður hevur sæð skriftina á vegginum og rætti Fólkaflokkinum hondina á ólavsøku; nakað sum hevði verið óhugsandi, um Javnaðarflokkurin hevði positiv tøl at vísa á. At fáa nakran at taka lógvatak við samgonguni nú, eitt risastórt uppruddingararbeiði stendur fyri framman, er lítið hugsandi. Øll við ”politisk tæft” vita, at tað er í fyrru helvt av einum valskeiði, at tær ópopuléru avgerðirnar skulu takast, meðan tvey tey seinnu árini skulu fara við at vinna fólksins tokka aftur. Um ikki annað, so átti CEF-samgonga at lært hetta av royndum eftirhondini. Men søgan endurtekur seg.

Spurningurin er tí, um Ruth Vang og hennara flokkur fara at taka stigið úr samgonguni nú undan fíggjarlógini – sum fer at vísa risastórt hall –, og so lata Javnaðarflokkin og Tjóðveldi steikja í egnum vallyftis-feitti, ella um hon fer at taka skrædlið saman við teimum.

Tvinnir eru kostirnir. Hvørgin mjúkur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni remis í maratontalvi
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn sí…
Sambands­flokku­rin stillar upp til Klaksv…
Kom og fríðka um býin
Óvanligur grindadagur í Klaksvík
Flyglið komið.
Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag
Vísindavøka á ferð á Klaksikar Bókasavni…
Grind liggur á pollinum
Deni Pavlovic fær óvanliga nógv kort í á…
Umkoyringarvegu­rin norð undir Hamri
Vunnu 4-0 á Irak
Tummas Lervig stillar ikki upp aftur
Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
Tilmeldingin til Kvøldskúlan letur upp m…