Lýsing
Lýsing

Nýggi skúlastjórin byrjaður

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  03.09.2024 - 10:48 Tíðindi

Nýggi skúlastjórin Jónleif Johannesen hevði sín fyrsta starvsdag á skúlanum í morgun 2. septembur. Hann vitjaði til morgunsangin í øllum deildum og heilsaði upp á næmingarnar.

 

Jónleif greiddi frá, at ein skúlastjóri, saman við sínum starvsfólkunum, skal syrgja fyri, at børnini læra og hava tað gott. Eisini lýsti hann, hvussu stóran týdning svøvnur og rætta hvíldin hevur fyri at vit kunnu læra og hava tað gott. Hetta gjørdi hann við tveimum gløsum, eini kannu og vatni.

Hann bjóðaði tveimum næmingum upp at hjálpa sær og gav teimum hvør sítt tómt glas, sum hann so fylti vatn í.

Boðskapurin var, at um vit eru úthvíld og útsvøvnt, tá vit koma í skúla, so eru vit sum eitt tómt glas, og glasið kann fyllast við øllum tí, sum vit skulu læra í skúlanum.

Eru vit harafturímóti undirsvøvnt og troytt, tá vit koma í skúla, so eru vit sum glasið, ið er fult ella hálvfult, og minni pláss verður tí fyri tí, sum skal lærast. Her fer nógv fyri onki og við síðunnar av.

Ein góð mynd, sum lýsir, hvønn týdning svøvnur og hvíld hava fyri læring og trivnað.

Næmingarnir tóku væl ímóti nýggja stjóranum.

Vit á Skúlatrøð ynskja nýggja stjóranum hjartaliga vælkomnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni remis í maratontalvi
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn sí…
Sambands­flokku­rin stillar upp til Klaksv…
Kom og fríðka um býin
Óvanligur grindadagur í Klaksvík
Flyglið komið.
Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag
Vísindavøka á ferð á Klaksikar Bókasavni…
Grind liggur á pollinum
Deni Pavlovic fær óvanliga nógv kort í á…
Umkoyringarvegu­rin norð undir Hamri
Vunnu 4-0 á Irak
Tummas Lervig stillar ikki upp aftur
Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
Tilmeldingin til Kvøldskúlan letur upp m…