Lýsing
Lýsing
Myndatøka í sambandi við, at trý av føroysku aðalráðunum framyvir fara at samstarva á umhvørvisøkinum. Tann skipanarligi bygnaðurin av aðalráðunum sum sjálvstøðug kongaríki ger eftir øllum at døma, at samstarv millum ráðini og teirra undirliggjandi stovnar ikki kemur natúrligt, men má avtalast og undirskrivast formliga. Her eru ríkir møguleikar fyri synergieffektum og effektiviseringum, har aðalráðini verða samansjóðað, men til tess krevst ein mentanar-broyting | Mynd: Umhvørvismálaráðið

Sparast kann beinanvegin við at byrja í erva

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.09.2024 - 08:17 Leiðarin Mentan Politikkur

Politiska skipanin hevur fingið nøkur – ikki óuppiborin – høgg fyri at hava so stór undirskot, tá nú fortreytirnar eru til staðar fyri at hava avlop. Men tað hjálpir ikki bert at kritisera; tað rætta at gera er eisini at vísa á, hvussu útreiðslurnar kunnu tálmast. Her eru nøkur uppskot.

 

 

Norðlýsið hevur áður nevnt uppskot til, hvussu føroyski tjóðarbúskapurin kann rationaliserast. Nú bæði Landsstýrið og Búskaparráðið hava sæð skriftina á vegginum og álvaran í, at stóru fíggjarligu hallini ikki kunnu blíva við, eru her nøkur hugskot, sum tað stendur Landsstýrinum frítt at brúka.

 

Ferðast minni

Landsstýrisfólkini við fylgi ferðast sera nógv. Til dømis hevur onkur verið í Kina, onkur í Japan, onkur í India, onkur í Grønlandi, onkur í Brússel, fleiri í New York, onkur í Dubai og so framvegis, og so framvegis. Tað er torført at síggja, at nakað er komið burturúr hesi ferðing, og hóast sparingin ikki er risastór, so hevði eitt ”ferðastopp” verið upp á sítt pláss, so Landsstýrið hevði gingið á odda og víst fólkinum, at sparingarnar byrja við teimum sjálvum.

Tað sendir eitt skeivt signal út til fólkið, at landsstýrisfólkini ferðast so nógv, nú landskassahallið er vorðið so álvarsamt. Fram til at skil aftur kemur á føroyska landskassaroknskapin, áttu landsstýrisfólkini at boðið gestum hendanvegin og annars hildið fundir við útlendskar politikarar talgilt.

Hiddenfjord gavst heilt við at flúgva laks og tað hevur givið felagnum nógv og gott grønt PR. Landsstýrið hevði eisini kunnað fingið gott PR við at givist við mongu og dýru flogferðunum. Tað er sjálvsagt ikki líka stuttligt fyri landsstýrisfólkini at halda videofundir sum at ferðast, men fyri búskapin og umhvørvið hevði tað verið eitt gott stig rætta vegin.

 

Sleppið Tjóðleikhúsinum og gerið mobilan tjóðpall

Fortreytirnar fyri at gera Tjóðleikhús á Bursatanga eru fundamentalt broyttar, síðani man fór undir tað. Í 2019 var tjóðleikhúsið sagt at kosta 185 milliónir, men longu í 2023 var upphæddin søgd at vera 600 milliónir, harav upp til 200 milliónir skulu gjaldast av Landskassanum. Upprunaliga skuldi landið gjalda 66 milliónir. Tá fortreytirnar broytast so drastiskt, má sigast, at tað er í lagi at endurskoða ella sleppa ætlanini.

Vit hava seinastu áratíggjuni sæð mong mentanarhús koma kring landið, og tað er upplagt at skipa Tjóðpallin sum ein mobilan pall, sum ferðast kring landið alt. Harvið fáast tvær flugur við einum smekki – sparing her og nú og ein munandi meira fólksligur tjóðpallur, sum væl fleiri føroyingar fara at kenna ein ognarlut í.

 

Minka um stóra yvirbygnaðin

Í føroysku miðfyrisitingini eru nógv ”smá kongaríki”. Sum dømi kunnu nevnast, at í Tinganesi og Gongini eru 5 aðalráð. Vanligi bygnaðurin er, at aðalráðini hava ein aðalstjóra, ein til tveir deildarstjórar ella annan fyrisitingarligan leiðara, og so úr 12 og upp í 18 starvsfólk, og við at hyggja í starvsfólkayvirlitini hjá aðalráðunum sæst, at vit hava ein leiðslupersón fyri hvørji 7-8 starvsfólk úteftir teimum somu fáu fermetrunum úr Gongini og út í Tinganes. Her er upplagt við stórdriftsfyrimunum, tí aðalráðini liggja fysiskt saman. Men kortini liva tey hvørt sítt egna lív.

Tað sá eitt nú rættiliga komiskt (les: láturligt) út, tá Dennis Holm, Ingilín D. Strøm og Høgni Hoydal í mai mánað fóru í fjølmiðlarnar við, at tey trý høvdu gjørt eina tríparta-avtalu um at samstarva um umhvørviseftirlit. Júst sum man hevði gjørt, um talan var um tríggjar stríðandi (kontraherandi) partar við mótsattrættaðum áhugamálum. Tað átti at verið natúrligasta søk í verðini, at aðalráðini og stovnarnir undir teimum samstarvaðu uttan at markera samstørvini við formligari undirskriving og myndatøku – tí so sjáldsamt eigur tað álvaratos ikki at vera. Men tað sigur nógv um mentanina í miðfyrisitingini – hóast staðsett tætt saman eru mentalu mørkini sterk. Og tað fyribyrgir synergieffektum og effektiviseringum.

Her er upplagt við stórrakstrarfyrimunum og rationalisering. Nógv kann uttan iva sparast við at samansjóða aðalráðini og niðurleggja dupultfunktiónir, har fleiri ráð og stovnar á somu staðseting gera tað sama.

 

Bert ein byrjan – men byrjast kann beinanvegin

Tað er greitt, at í fyrstu atløgu megna vit ikki at spara ta umleið hálvu milliardina í árligum halli við at rationalisera innanfyri tað almenna. Meira skal til. Men við at byrja í erva verður munandi lættari fyri almenningin at góðtaka tær sparingar, sum nú síggja út til at vera neyðugar.

Gongur Landsstýrið sjálvt á odda, verður nógv smidligari at fáa onnur við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni remis í maratontalvi
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
KÍ hevur vunnið 80 UEFA-milliónir inn sí…
Sambands­flokku­rin stillar upp til Klaksv…
Kom og fríðka um býin
Óvanligur grindadagur í Klaksvík
Flyglið komið.
Klaksvíkar kommuna skipar fyri vinnudegi
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag
Vísindavøka á ferð á Klaksikar Bókasavni…
Grind liggur á pollinum
Deni Pavlovic fær óvanliga nógv kort í á…
Umkoyringarvegu­rin norð undir Hamri
Vunnu 4-0 á Irak
Tummas Lervig stillar ikki upp aftur
Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
Tilmeldingin til Kvøldskúlan letur upp m…