Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Til ábyrgdarhavandi redaktørar av Norðlýsinum og R7


Skrivað hevur Høgni Hoydal 26.06.2017 - 05:02

Lýsing Lýs her...

Viðvíkjandi tíðindum og viðgerð á Norðlýsinum og í R7, har undirritaði verður sagdur at siga ósatt fyri Løgtinginum ella geva Løgtinginum skeivar upplýsingar

Sum vituligt er, er sera drúgv viðgerð í fjølmiðlunum av málinum um flytingar av veiðiloyvum av línuskipum til uppsjóvarskip – og harundir sjálvsagt av míni ábyrgd sum landsstýrismanni.

Soleiðis skal tað sjálvsagt vera, og eg eri altíð til reiðar at svara spurningum frá øllum fjølmiðlum um hetta mál.

Havi ikki fingið øll tíðindi og alla viðgerð við, men havi seinastu dagarnar roynt umvegis talgildu amboðini at lurta og lisið tað, ið tit á Norðlýsinum og R7 hava borið av tíðindum og viðgerð av hesum máli í tykkara miðlum.

Um eg fari skeivur, mugu tit rætta meg, men haldi meg ikki hava fingið nakra umbøn frá tykkum um at svara ella viðmerkja tykkara tíðindi og viðgerð í hesum máli yvirhøvur.

Serliga havi eg heft meg við tey tíðindi og ta viðgerð, ið hevur verið í tykkara miðlum, har staðfest verður, at eg skal hava sagt ósatt fyri Løgtinginum og givið Løgtinginum skeivar upplýsingar um málið um flytingar av veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip.

Sum eg skilji tað, verður hetta lýst sum ein veruleiki – ella eitt faktum – í tíðindum og viðgerð, ið tit hava havt av málinum.

Hetta verður eitt nú borið fram á heimasíðuni hjá Norðlýsinum 07.06 2017 og 20.06 2017 – og í R7 20.06 2017 (í sendingini “Metis”).

Uttan mun til tað samlaða málið, sum verður endavent í løtuni, og sum eisini verður viðgjørt sambært amboðunum í stýrisskipanarlógini og aðrari lóggávu, so eru tíðindini um, at eg skal hava sagt ósatt fyri Løgtinginum, rættiliga týðandi og álvarslig.

Og sum eg skilji tað, leggja tit høvuðsdentin á júst hetta í tykkara viðgerð av málinum – t.d. í sendingini “Metis” 20.06 2017. Og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum 20.06 2017 verður skrivað: “...støðan hjá Fiskimálaráðharranum ótolandi, eftir at staðfest er at hann hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar.”

Tit hava ikki givið mær høvi at svara slíkum týðandi staðfestingum, so eg má rokna við, at tit hava greið skjalprógv fyri hesum tíðindum og staðfestingum.

Mær kunnugt eri eg spurdur, og havi svarað um hetta mál undir tveimum orðaskiftum í Løgtinginum:

Fyrru ferð var tann 29.06 2017 undir orðaskiftinum til 1. viðgerð av løgtingsmáli nr. 142/2016:

Eg leggi her leinkju við til bandaða orðaskiftið á heimasíðu Løgtingsins av hesum máli. Eg verði spurdur av røðara nr. 456, og svari fyrstu ferð sum røðari nr. 458.

http://www.logting.fo/files/sound/2016/142/1/2017-142-1.html

Aðru ferð var tann 30.06 2017 undir orðaskiftinum til 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 100/2016:

Eg leggi her leinkju við til bandaða orðaskiftið á heimasíðu Løgtingsins av hesum máli. Eg verði spurdur um málið, og svari, tá ið eg taki orðið fyrstu ferð. Hareftir eru eisini fleiri viðmerkingar frá tingfólki, sum eg svari.

http://www.logting.fo/files/sound/2016/142/1/2017-142-1.html

Sum tit kunnu eftirkanna, so svari eg undir báðum orðaskiftum, at eg eri gjørdur varugur við trupulleikar við flytingum og havi biðið um, at málini verða kannað og um at fáa eina frágreiðing.

Tískil fari eg í fyrsta lagi vinaliga at heita á tykkum um at greiða alment frá og við ítøkiligari endurgeving og skjalfesting av orðaskiftinum og mínum svarum, hvar, nær og hvussu eg skal hava sagt ósatt fyri Løgtinginum ella givið Løgtinginum skeivar upplýsingar.

Og í øðrum lagi – um tit ikki kunnu vísa á við ítøkiligari endurgeving og skjalprógvi frá orðaskiftinum á tingi, at eg skal hava sagt ósatt fyri Løgtinginum ella givið Løgtinginum skeivar upplýsingar – fari eg vinaliga at biðja tykkum um týðiliga og greitt at rætta tykkara tíðindi og viðgerð av hesum.

Vinaliga

Høgni Hoydal

Lýsing Lýs her...