Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til Kristian Eli Zachariasen, býráðslim í Klaksvíkar Kommunu


Skrivað hevur Smábarnafamiljur í Klaksvík 05.08.2017 - 07:18

Lýsing Lýs her...

Ongin ivi er um, at smábarnafamiljurnar vóru miðdepilin í seinasta valstríðið um býráðssessirnar í Klaksvíkar Kommunu! 

Ein teirra, ið serliga eftirlýsti betri umstøður til smábarnafamiljurnar í Klaksvík var Kristian Eli Zachariasen. Hann førdi m.a. fram at Klaksvíkini tørvar eitt innandura spæliland, sum skal vera á støði við Klaksvíkar Svimjihøll. Eitt stimbrandi spæliland, sum skuldi vera eitt brand fyri okkara kommunu.

Sambært Kristian Eli skuldi Klaksvíkar Kommunu vera fyrsta kommuna í Føroyum, sum kundi bjóða eitt tílíkt spæliland, og vísti hann á teir eyðsýndu fyrimunir, ið eru við einum innandura spælilandi. Á sosialum miðlum vísti tað seg, at har vóru fleiri við honum, sum eftirlýstu eitt tílíkt tilboð – fleiri av teimum sjálvsagt foreldur, ommur, abbar og onnur. 

Í vetur er eitt ár liðið síðani býráðsvalið varð, og nú standa vit spyrjandi og vilja vita hvar málið liggur? 

Ikki eitt orð er talað um eitt innandura spæliland síðani valið. 

Tí spyrja vit Kristian Eli: hvørjar ítøkiligar ætlanir eru viðvíkjandi spælilandinum? Og nær kunnu klaksvíkingar og onnur vænta at sleppa at nýta hetta spælilandið, sum skuldi vera ”til gagns fyri okkum øll?” 

Vinaliga Smábarnafamiljur í Klaksvík


red: Norðlýsið hevur fingið lesarabrævið sendandi frá foreldrum, ið ynskja at verða dulnevnd. 

Lýsing Lýs her...