Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Til Viðareiðis eftir málningum...


Skrivað hevur Frits Johannesen -mynd: Oliver 20.04.2017 - 17:28

Lýsing Lýs her...

Til Viðareiðis eftir málningum hjá Arnold Vegghamar, týsdagin 21. Februar.

Framsýning í Ribarhúsi hjá Arnold Veghamar frá 23. februar til 14. mars.

Hann hevur ligið og malið millum landsynning, sunnan og útsynning allan vetur. Hesar ættir síggja so troyttar út í andlitinum at rulkurnar eru farnar at hylkja bæði um ennið, bringu og barm. Alt stendur og fellur við hesari vætu, sum seyrar úr dimhærdum skýbøklum, ið liggja á himmalhválvinum og kemba sítt váta hár dag og nátt. Tað er einki at siga til at hesar ættir eru deyðgivnar av at stríðast við alt tað himmalvatnið, sum kemur undan teirra bøklum og fer oman eftir hónum um mosagrónar teigar, gil og brattan ovast uppi við , sum stendur so hóttandi í sínum vetrarbúna. Tann okkurguli liturin og tað dimma, døkka skarðlendi leingjast eftir tí hvíta litinum, kavanum, sum goymir seg onkustaðni aftan fyri hesar lívstroyttu regndropar.

Tú skuldi verða á Viðareiði uml. Kl 14:00 henda dag. Koyrast skuldiígjøgnum fýra tunnlar fyri at røkka hesum máli. Hetta var alt ov tyngjandi fyri sál og likam, so frægast varð at fara um Leirvíkslíð og steðga á í Kálvadali og njóta løtuna. Her er so stak vakurt. Leirvíksfjall er eins og øll fjøllini kring Fuglafjørð eitt prýði. Øll fjøllini kring bygdina eru snøgg, rytmisk og hábærslig. Tað er eins og eitt symfoniskt ljóð fer um fjallarøkur, skørð, tindar, lágir og gjáir. Í Fuglafirði eitur fjallið Leirvíksfjall, men í Leirvík og Gøtu eitur fjallið, Ritafjall.

Kálvadalur

Løtan við eystaru síðu á hesum dali, setti seg í minnið sum ein alføgur løta, nú tú skuldi eftir málningum hjá Arnoldi Vegghamar. Her í Leirvíksfirði og í Djúpunum vóru nógvir góðir plinkar, har mangan varð ligið við snøri. Tá ið tað snýr seg um plinkar, stingur ein søga seg upp í minnið frá abba, Daniel Jacob Anthoniussen úr Oyndarfirði, sum var bátasmiður. Zacharis undir Kultrasteinivar komin inn á neystaloftið og bað abba smíða sær ein bát. “ Ja,” sigur abbi. “ Sigur tú mær ýtini til plinkin uttan fyri Oyndarfjarðafjall, so skal eg smíða tær bátin.” - “ Nei,” sigur Zacharis. “Tað kann eg ikki, tí hetta er ein úrskinsplinkur! “

Ja, at líta yvir Pollin, Djúpini og Leirvíksfjørð, so hava mangar góðar løtur verið her, men tað hava sanniligaeisini verið sorgarløtur, har bátar eru gingnir burtur og menn eru sjólátnir t. d. fórst eitt seksmannafar úr Fuglafirði í 1849 á Leirvíksboða, har seks mans sjólótust. Tríati ár seinri í 1879 fórst áttamannafarið Falkurin í Andøvsíðuni, har 9 mans sjólótust. Báðir bátarnir komu aftur av handilsferð innan úr Bø í Klaksvík. Ja, mangar eru søgurnar kring Føroya land, um bátar, ið ganga burtur. So dapurt og syrgiligt tað kann vera, so vakurt og gleðiligt kann tað eisini vera t. d. at fara Norður við Land- hinumegin fjørðin á dyrgingarferð, somuleiðis við Leirvíksboða, við Flesina í Leirvík og so at fara á Galvin at dyrgja eftir stórseiði var spennandi.Ja, ljósið, sum spældi sær á Blankskála, í sjónum og fram við fjøruklett um hesar leiðir henda dag, hevur listamaðurin, Jóannes Christiansen so meistarliga sett á løriftið. Hetta er ein frøi fyri sál og likam, sum enn tann dag í dag livir sítt fríska lív í málningum hansara úr hesum lendi.

Um Leirvíksfjørð

Farast mátti víðari og gekk leiðin inn undir Leirvíksfjørð, har ljósið frá ljóslistini hjá Tróndi Patursyni dró tína hugsan í eitt lendi, í eina listaliga lon undir sjógvi og rúðrutum botni, har mannahondin hevði tilevnað eina snøgga smogu, sum vit kunnu koyra ígjøgnum. Ja. Tað er snilt gjørt, at vit kunnu frøa okkum yvir hesi litkorn, ið spæla sær í hesum grýtuta lendi. Gevur lív til hesar dimmgráu veggir, ið eru rættiliga sálarleysir. Ja, tað hevði verið tungt at farið um Leirvíksfjørð úr Kálvadali og so ígjøgnum eitt dimt, døkt, dapurt hol, sum bert hevði hesar gráu steinsettu veggir. Nei, ljósið undan Tróndar hond veitir eitt sjáldsamt ljós til hetta grýtið, so tað kemur at liva sítt sæla lív á ein slíkan hátt til gleði fyri bil, fólk og bilstjóra. Ja, tað skal nógv ljós til , tá ið hugsað verður umJaki á Polaris, tá ið hesin knevil sigldi við hesum báti um fjørðin. Ja, tað eru góð minni um henda bát og mann.- mangar ljóslivandi myndir frá hesi tíð koma altíð upp í sinnið, tá ið tú fert um henda fjørð.Friður veri við honum og bátinum.

Tað varsjáldsamt henda dag. Tað var stak vakurt og reint, skart ljós um firðir og sund oman fyri vatnskorpuna. Og so vóru hesi listaligu litkorn undir sjóvarmálanum í tunnlinum, sum lívga um okkum, tá ið vit koyra her. Ja, knappliga kemur ein hond fram í hesi litkornabylgju í sjálvum vegginum við einum pensli í hondini, ein fjalin kroppur og ein rødd ljóðaði, stillisliga, yndisligt og vakurt: “ Eg eiti Arnold Vegghamar!” Eg bleiv bæði glaður og skakkur.” Ert tú her, mín vinur?”-“ Ja, eg skuldi bara vísa tær mína listaligu hond í hesum út – og innsúgi!”

Aldri mín livandi dag havi eg sæð og hoyrt slíkt. Tað var eins og Várharra sjálvur mælti hesi orð og hevði latið seg íkroppin hjá fjálga listamanninum, Arnoldi Vegghamar og soleiðis opinberaði seg í hesum ljóskornum hjá Tróndi. Ja, hetta var vakurt. Hvørt við sínar náðir.

Norðoyggjar

Bæði bilur og bilstjóri vóru eitt sindur fáligir, tá ið teir aftur komu undan kavi í tunnilsmunnanum við Boroyðarvík , men ein innari gleðisljómur var í sálini. Ein bylgja av liti, sum fjálgaði um sál og likam. Vakrari kundi tað ikki verða. Bilurin háttaði sær eisini á ein sjáldsaman hátt. Murraði eitt lag um ælaboga litkornini, sum hann hevði sæð í tunnlinum. Tey sótuundir skræðuni á hesum sálarleysa fari og skuggamyndir høvdu sett seg í kroppin á mínum svarta, bulmikla Berlingo.

Tað er at undrast yvir, at so mong góð listafólk eru í Norðoyggjum, sum hava verið til stóra gleði fyri land og fólk. Hesi komu undan uttan fast samband við meginøkið í landi okkara. Í hesum vakra skarðlendi sum til tíðir kann virka kalt, døkt og grátt við eitt sindur av ódámií kríllinum. Men , men tá ið tann okkurguli liturin hevur lagt seg á bøstykki, haga, torvur og kavi liggur á fjallatindum, so fært tú ikki betri litspæl. Tað er ein kosmiskur palettur dimt, hvítt og okkurgult. Svá var henda dag.

Í bókini hjá Christian Matras, Leikur og loynd, stendur skrivaðí greinini Bygdin á blaðsíðu 186, at barn, sum veksur upp úti á bygd er eins og eitt býarbarn á sín hátt, ikki sørt heimføðisligt, men samtíðis hevur tað eina kosmiska lívskenslu, sum eg hugsi mær, trýtur hjá býarfólki.. Ja, hesin knávi skaldakendi norðoyingur, Christian Matras, veit hvat hann skrivar um. Tað kosmiska árinið hevur verið í kropp og sál á norðoyingum og øllum føroyingum við í øldir. Hetta er gleðiligt... og nú eru litir komnir í ein undirsjóvartunnil eisini.

Við Ánirnar

Klaksvíkin lá og helt saman hendur henda dag vit løgdu leiðina norðuryvir. Ja, sjáldsamt var at koma fram við Biskupsstøðgarðinum, sum nú er reistur. Ja, hetta er vakurt handverk, sum talar sína søgu. Archibald Black er ein knevil og allir fylgisneytar hansara. Hetta er eitt satt avriksverk í sjálvum sær og tann dag, tá ið alt er greitt úr hondum, verður hetta ein mentanardepil í Klaksvíkíni , sum fer at verða ein spegilsmynd av bæði tí søguliga, góðum handverki og mentanarligum avriki.

Bergholsmunnin oman fyri Ánirnar brosaði. Her er so fjálgt at koyra. Myrkjanoyrarfjall stóð so stint og stolt og fevndi øllum og kíndi Hvítubrúgv, har smáttan, Dreymsóljan hjá margfalda listamanninum, Archibald Black liggur.

Hetta berghol er eitt sindur trongari, smeðið at koyra í enn tunnlinum undir Leirvíksfirði, so tað var gott at koma út í klivuna omanvert Árnafjørð at anda út og inn, njóta vetrarljósið og teir okkurgulu heyggjarnar, sum syngja síni vetrarløg tætt við.

Nú lá leiðin aftur undir bulmikil fjøll og longdist mær og bilinum at koma undan tí døkku,dimmu svørtu fjallasmoguni út í ljósið í Hvannasundi. Ja at koma út við Norðtoftir og so síggja bæði okkurgular fløtur og so skarðlendið her um vegir var sjón fyri eygað. Hvannasund hevur altíð borið ein lívgevandi mátt við sær. Hildið fast um Depilsgarðin, sum so mjáur letur av sær til tey, ið koma fram við dag og dagliga. Hetta er so stak vakurt og innarligt.

Ja, ja, tá ið farið var um Brúnna nærkaðist bergholsmunnin , sum skuldi leiða okkum til Viðareiðis.

Bergholið til Viðareiðis

Bilurin var eitt sindur fáligur, smæðin og vildi koyra hóvliga og róliga, nú vit nærkaðust munnanum til bergholið til Viðareiðis, norðan fyri Hvannasund. Veggirnir vóru ljósir og slættir. Tað kom lív í hesar sjaldsomu veggir. Aftur kom tann listaliga hondin fram í henda grótvegg. Ikki bara tað. Nú kom lív í veggirnar. Eingir bilar vóruundir hesari “viadukt”, meðan koyrt varð. Bilurin vildi steðga á. Tað gjørdu vit. À tann sjón, ið nú bleiv. Gullreyður litur fór at dansa bæði í veggi og lofti. Grasgrøni summarliturin kom undan kavi. Penslabørninihjá Arnold Vegghamar kíndu hesum mjúka húðaveggi og lofti. Ein reyður dansur – Permanent red medium sá dagsins ljós saman við Phta`o Green, sum fekk ein dropa av hvítum í seg, so hesar flatur fingu ymiskan grønan dám. Tað Marinbláa læt seg í serkar, ið livnaðu undan penslabørnum í sálmakendum skapi, sum bæði tóku um hav,grýtut lendi , hamrar og skørð. Afturat kom Lemonyellov og Permanent Orrange.. á tann dansur, ið nú bleiv. Ja, Arnold brosaði, meðan hansara knávu hendur og fingrar tóku um Malinsfjall, útsýnið til Fugloyar, húsini á Viðareiði, lendingina við útsýni til Múlan og Kunoyarnakkin.. á tann heilaga løta. Úrslitið varð, at til seinast og síðst komu 15 málningar up at hanga undan Arnolds hond undir hesi vøkru væðing.

Endi: Koma til Bakkaveg

Tá ið bilurin og greinskrivarin komu útaftur Inni í dølum,ljómaði ein symfoni í fimtan pørtum. Koyrt var hóvliga til Viðareiðis, til Bakkaveg 3, har Arnold búði. Har var friðsælt inni. Hoyrdi bert ein dustsúgvara, sum kvæð stillisliga: Kom upp á fjallatind, lít yvir Føroyalandið! So undurføgur mynd! Her lyftist upp vár andi.. pikkaði uppá og tók í klinkuna. Tá ljóðaði ein mild kvinnurødd: “Nú, er maðurin her!” Úr kjallarinum hoyrdist: “ Á , ja, ja, sig við hann, at hann skal koma niður í kjallaran!” Fór niður trappurnar og í kjallarin. Har stóð hann hesin listaligi profetur, sumhevði opinberað seg fyri mær og bilinum. Eg ætlaði at leggja meg á knæ, men andaði seigliga út og inn fyri at fáa henda heilaga litroyk í sál og likam. “Ja, tú eg havi teir 15 málningarnar her.” Hetta vóru tey somu børnini, sum komu undan kavi, tá ið koyrt varð í bergholinum til Viðareiðis. Ein hvørvisjón, sum eg aldri fari at síggja makan til aftur. Arnold, við síni skapandi anda og hond rætti mær málningarnar- heilagu børn síni, sum brosandi komu til mín. Tey kendust við meg. Arnold brosaði eisini, og nú hava hesir málningar hingið í Ribarhúsi síðani 23. febr og verða tiknir niður 14. mars.. Hetta er sanniliga gáva til gagns.

Lýsing Lýs her...