Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Tobbi: Samgongu valdømini!


Skrivað hevur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu 19.09.2017 - 21:16

Lýsing Lýs her...

Samgongan hevur skipað Føroyar í eina nýggja valskipan. Ikki formelt, men reelt

Í mong Harrans ár hildu føroyingar, at tað var skilagott, at landið var skipað í 7 valdømir. Men sum við øllum øðrum, so yvirrulaði eitt nýtt rák hesa skipan. Eitt valdømi var loysnin og vann frama.

Í dag halda vit okkum liva í tí politiska veruleikanum, at landið er eitt valdømi, men ivasemi hevur tikið seg upp um, um hetta er soleiðis í veruleikanum.

Tvær meginregluligar hendingar hesar seinastu dagarnar hava gjørt greitt, at Føroyar á øllum politiskum mótum eru einar aðrar Føroyar, enn tær hava verið.

Kristina Háfoss og Fíggjarmálaráðið hava sambært hinum sera skilagóða skrivaranum í fíggjarnevnd løgtingsins, Høgna Joensen, gjørt sína egnu fíggjarlóg, sum stendur omanfyri fíggjarlógina, sum Føroya løgting hevur samtykt at vera galdandi fyri 2017. Hon og ráðið standa omanfyri tær demokratisku Føroyar.

Fiskivinnunýskipanin hinvegin, hevur gjørt enda á tí eina valdøminum hjá Edmundi Joensen. Nú er “valskipanin” broytt. Ikki formelt – men reelt. 5 valdømir eru nú í Føroyum. Ikki sambært løgtingslóg, men sambært trýstinum, sum marginalir tingmenn kunnu leggja á - í einari samgongu við 16/17 tingmonnum.

Tey fimm valdømini eru íkomin av tí veruleika, at Høgni Hoydal ikki fær nýskipanina ígjøgnum uttan at leggja seg á búkin, fram eftir rommum, fyri Paula Trond Petersen, Ingolf Sólheim Olsen, Pálli á Reynatúgvu, Bjarna Hammer og Kristini Michelsen. Havnin, sum livir av øllum fíggjarfænum sum finst í føroyska samfelagnum og danska blokkstuðlinum, sum regnar niður yvir høvuðsstaðin, er í eini serstøðu.

Tey 5 valdømini, sum nú eru veruleiki í Føroyum, við nýggju sovjetisku regionalu menningarskipanini (sum er farin úr 5% upp í 7%) eru: Suðuroy, Sandoy, Vágoy, Norðstreymoy og so Havnin sjálvandi, sum er í fer við at drukna í almennum føroyskum og donskum pengum.

Norðoyggjar og Eysturoy eru ikki longur ein veruleiki í teimum politisku Føroyum, hóast tær í veruleikanum framleiða áleið 98% av útflutningsvirði landsins. Vit sleppa ikki upp í part. Tey sum ætla sær at stilla upp til løgtingsval, sum kanska verður um nakrar vikur, eftir hvat ið frættist frá fíggjarlógartilgongdini hjá Kristinu Háfoss, eiga at skriva sær hetta aftan fyri oyra.

LandnyrðingsFøroyar eru ikki til í tí politiska veruleikaum í tjóð okkara ídag. Hetta eiga vit kanska at gera nakað við, fyri at yvirliva um ikki annað

Lýsing Lýs her...