Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Topp 5: Skelkandi úrslit í 1. umfarinum


Skrivað hevur Jákup Ósá 09.03.2017 - 23:53

Lýsing Lýs her...

Vit hava gjørt ein topp 5 lista fyri mest óvæntaðu úrslitini fyrsta umfar seinastu 10 árini í Effodeildini.

Sunnudagin fer Effodeildin í gongd. Í fyrsta umfarinum eru mangan óvæntað úrslit og niðanfyri hava vit valt fimm tey mest óvæntaðu úrslitini í fyrsta umfarinum seinastu 10 árini.



5: NSÍ-KÍ 1-1 (2009)

Undan kappingarárinum 2009 var KÍ í einari óvanligari støðu. Felagið var í fíggjarligum trupulleikum og tað rakti hart. KÍ var av mongum mett millum favorittarnar at flyta niður hetta árið, og tað vísti seg seinni eisini at vera rætt mett. Samstundis var NSÍ FM vinnari tvey ár frammanundan og mett sum eitt av liðunum, sum kundi koma langt hetta árið. Men púra óvæntað fekk KÍ ein 1-1 javnleik í hesum trupla útidystinum í 1. umfarinum. Kristoffur Jakobsen legði KÍ á odda beint áðrenn hálvleik, men Hjalgrím Elttør, sum tá spældi við NSÍ, javnaði stutt eftir hálvleik. Vit kunnu bara hyggja eftir uppstillingunum fyri at síggja, at talan var um sera óvæntað úrslit hetta fyrsta umfarið.

NSÍ: Meinhardt Joensen – Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan T. Davidsen, Einar Tróndargjógv – Jann Martin Mortensen, Justines Hansen, Høgni Madsen, Bogi Løkin, Hjalgrím Elttør – Karoly Potemkin. Seinni komu Klæmint A. Olsen, Jann Ingi Petersen og Øssur Dalbúð á vøllin.

KÍ: Jákup Mikkelsen – Steffan Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Rudolf Eliasen – Ivan Joensen, Eli Simonsen, Erland Danielsen, John Hammer, Heðin á Lakjuni - Kristoffur Jakobsen. Seinni komu Allan Joensen, Arnold Joensen og Leon Bjartalíð á vøllin.


4: HB-AB 2-2 (2015)

HB hevði vunnið FM í 2013 og sett met í stigum hjá felagnum í 2014. So vónirnar fyri 2015 vóru góðar. Hinvegin hevði AB havt tað trupult og endaði á 8. plássi í 2014. AB var eisini mett at enda á áleið somu endastøðu í 2015 og tað gjørdi liðið eisini eftir, at annars hava ligið undir strikuni ein part av árinum. 19 stig skiltu liðini, tá kappingin endaði, og tað var kanska minni enn væntað. 2-2 úrslitið í fyrsta umfarinum var sera óvæntað. Málini hjá HB skoraði Arnbjørn Hansen og Levi Hanssen, meðan Álvur Christiansen og Jógvan Skeel Nolsøe skoraðu málini hjá AB.

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Rógvi Holm, Alex dos Santos – Christian R. Mouritsen, René S. Joensen, Levi Hanssen, Pál M. Joensen – Andrew av Fløtum, Arnbjørn Hansen. Seinni komu Poul Ingason, Páll M. Joensen og Gunnar Haraldsen á vøllin.

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, teitur Jóannesarson, Dmitrij Jankovic, Magnus Egilsson – Álvur Christiansen, Kári Nielsen, Bárður Olsen, Jobin Drangastein, Rógvi Poulsen – Jógvan Skeel Nolsøe. Seinni komu Tóki á Lofti, Mikkjal T. Hentze og Nicolaj Eriksen á vøllin.


3: Víkingur-AB 0-2 (2014)

24 stig skiltu liðini eftir kappingarenda, og tað var kanska ikki so óvæntað undan kappingini. AB var nýtt lið í Effodeildini í 2013 og hóast liðið hevði fingið tilgongd av Jóan Símun Edmundsson, so var ikki roknað við, at liðið kundi gera nakað við Víking í Sarpugerði. Eitt Víkinga lið, sum á hvørjum ári var og er partur av oddinum í føroyskum fótbólti og sum undan hesum kappingarárinum hevði fingið tilgongd av Súna Olsen og Hallur Hansson. Longu eftir 22 minuttir legði Jóan Símun AB á odda og 4 minuttir seinni fekk Hans Jørgen Djurhuus beinleiðis reytt kort. Móti dystarenda økti Hørður Mohr til 2-0, ið gjørdist endaliga støðan. Eitt skelkandi úrslit fyri tey flestu.

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Súni Olsen, Atli Gregersen, Dánial Pauli Lervig – Ingi Sørensen, Hallur Hansson, Hans Jørgen Djurhuus, Erling Jacobsen – Filip Djordjevic, Finnur Justinussen. Seinni komu Hanus Jacobsen, Heðin Hansen og Sølvi Vatnhamar á vøllin.

AB: Hans Jørgensen – Jónas Stenberg, Søren Samuelsen, Sorin Anghel, Beinir Ellefsen – Bárður Olsen, Hørður Mohr, Jobin Drangastein – Jógvan Skeel Nolsøe, Jóan Símun Edmundsson, Christian í Garði. Seinni komu Karstin Højgaard, Martin Midjord og Magnus Egilsson á vøllin.


2: B36-EB/Streymur 1-1 (2015)

Hetta var ein dystur millum verandi føroyameistarar, ein av størstu FM kandidatunum, móti kanska størsta niðurflytingarfavorittinum. Tá árið var endað sást eisini munur á, tí B36 vann FM í stórum stíli og EB/Streymur flutti niður. Dysturin bleiv í síðstu løtu fluttur á Tórsvøll vegna kava, men vøllurin var ikki góður hetta kvøldið. Umstøðurnar gjørdu kanska sítt, men EB/Streymur fekk ein óvæntaðan javnleik. Hetta var eisini eitt av bestu úrslitunum hjá EB/Streymi alt kappingarárið. Hóast keðiligu umstøðurnar, so var tað sera óvæntað, at EB/Streymur skuldi fáa stig.

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Odmar Færø, Jónas Tór Næs – Róaldur Jakobsen, Andrias Eriksen, Lukasz Cieslewicz – Jákup á Borg, Ibrahima Camara, Hans Pauli Samuelsen. Seinnu komu Hanus Thorleifsson og Eli F. Nielsen á vøllin.

EB/Streymur: Jákup Højgaard – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi E. Nielsen, Jóhannes Hansen – Jens Michael Jensen, Brian Olsen, Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen – Rasmus Dan Sørensen, Leif Niclassen. Seinni komu Rói Olsen, Tonny Kruse og Hanus Olsen á vøllin.


1: HB-FC Suðuroy 4-4 (2010)

Mest óvæntaða úrslitið seinastu 10 árini í 1. umfarinum hava vit valt til at vera dystin í Gundadali í 2010. Eitt væl mannað HB lið skuldi verja meistaraheitið, meðan FC Suðuroy var júst flutt upp og var millum favorittarnar at flyta niður. Tá árið var liðugt vann HB eisini FM og FC Suðuroy flutti niður. Í einum sera undirhaldandi dysti var FC Suðuroy nær við at vinna, og tað var ikki fyrr enn langt inni í yvirtíðini, at HB fekk javnað. Eitt sera óvæntað úrslit.

HB: Símun Rógvi Hansen – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Tórður S. Hreiðarsson, Pætur Jørgensen – Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Kristin Mouritsen – Rógvi Poulsen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen. Seinni komu Levi Hanssen, Tór-Ingar Akselsen og Milan Kuljic á vøllin.

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma – Karl Lisberg, Heini Vatnsdal, Teitur Tausen, Martin Tausen, Palli Augustinussen, Jón Krosslá Poulsen, Obi I. Charles, Suni úr Hørg, Dan Djurhuus, Kári í Lágabø. Seinni komu Heini Bech, Arthur Tausen og John poulsen á vøllin.


Sjáldan avleiðingar fyri árið

Omanfyri hava vit valt fimm tey mest óvæntaðu úrslitini í 1. umfarinum seinastu 10 árini. Men felags fyri øll úrslitini var, at liðini sum vóru eitt vónbrot hendan fyrsta dystin reistu seg aftur og spældu seg í øllum førum út í Europa. Fyri B36 í 2015 og HB í 2010 var hetta fyrsta óvæntaða úrslitið so mikið lítið eftirfarandi, at tey enntá megnaðu at vinna FM sama ár.


Niðanfyri kann ein av dystunum síggja. Tað er í 2015, tá FSF varpið stroymaði dystin millum B36 og EB/Streym á Tórsvølli. 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=t7Zo_agQBpc]


Lýsing Lýs her...